Fagri flokkur flýgur tú avstað

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 01.07.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Seinnapartin mikudagin 26. juni fingu okkara næmingar í 9. flokki prógv síni.

 

"Vakri, hvíti, fagri flokkur flýgur tú avstað

úti í tí ókenda, vit síggjast helst ein dag.

Fagri flokkur samanhald vit áttu tað hvønn dag,

øll vit vistu stundin kom, men eingin segði tað."

 

Umframt at prógvini vórðu handað teim 45 næmingunum, var felagssangur. Jens Marni Hansen spældi og sang eisini tveir sangir og røður vórðu hildnar.

Sum vera man bjóðaði skúlin ein góðan drekkamunn og lagkøku.

Næmingarnir hava nú gingið í skúla á Løgmannabreyt í nýggju ár, og fara nú hvør sína leið. Vit, sum eftir eru, ynskja tykkum góða eydnu á lívsleið tykkara.

Takk fyri tykkara tíð í skúlanum.

Sum siður er, varð ein felagsmynd tikin.

(Finnur Justinussen/FotoStudio)