Felags gongutúrurin

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 24.06.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fríggjamorgunin 21. juni møttust næmingar og lærarar við kappríðingarbreytina í Marknagili. Fyrst varð gingið niðan á Vesturvarða, har útsýnið er frítt oman yvir býin og út á hav. Frá Vesturvarða varð farið eftir fjallagøtuni niðan á Kleynsvarða at hvíla eina løtu. Haðanífrá varð hildið fram eftir vegnum til drekkivatnsbrunnin í Villingardali. At enda varð gingið heim í skúlan.