Tabellsangirnir.
Her er leinkja til tabellsangirnar. Tit finna teir uttast til høgru :)
https://gamli.snar.fo/folkaskuli/stoeddfroedi/utgavuheimar/skygni/skygni-3ab/
Her er leinkja til tabellsangirnar. Tit finna teir uttast til høgru :)
https://gamli.snar.fo/folkaskuli/stoeddfroedi/utgavuheimar/skygni/skygni-3ab/
Góðu næmingar, foreldur og lærarar
Vit eru nú seinnapartin gjørd varug við, at ein næmingur í 4. flokki hevur fingið staðfest covid-19. Næmingurin hevur ikki verið í skúla hesa vikuna.
Í samráð við myndugleikarnar er avgerð tikin um, at allir næmingar og lærarar í hesum flokki skulu lata seg kanna longu í kvøld.
Kanningin verður gjørd á Eirargarði millum kl. 17 og 19.
Meðan bíðað verður eftir kanningarsvari, skulu næmingar og lærarar ikki koma í skúla í morgin, mikudagin.
Er kanningin negativ hjá øllum, verður møtt sum vanligt hósmorgunin.
Um ikki, fáa tit nærri boð seinnapartin í morgin.
Kærar heilsanir
Høgni Joensen
skúlastjóri
Felags foreldrafundurin fyri 4. flokki verður mánadagin 7. september kl 17 til kl 18. Vit vera í flokshølunum, so fyri at kunnu halda tilmælini um frástøðu, fara vit at mæla til, at einans eitt foreldur hjá hvørjum barni, møtir. Nýtið brandhurðina inni í flokkinum.
Vit gleða okkum at heilsa upp á tykkum.
Louisa og Linda
Góðu foreldur
Toymið hevur eitt hjartasuff til tykkum foreldur. Tað eru alt ov nógv børn, ið hvønn dag mangla eitt nú frílesingsbøkur í føroyskum og donskum, lesibøkur, arbeiðsbøkur, linjuál, blýantar og matpakka. Fleiri manglar alt pennahúsið. Tað eru fleiri av teimum, sum siga, at tey hyggja ikki inn á vikuætlanina og pakka heldur ikki skúlataskuna sjálvi.
Vit fara inniliga at heita á tykkum foreldur, soleiðis at tit kunnu tryggja tykkum, at barn tykkara hevur tað við í skúla, sum tað hevur brúk fyri, soleiðis at tað fær arbeitt í skúlanum, eins og øll hini. Matpakkin er sera umráðandi, eins og svøvnurin eisini er. Nøkur børn eru sera troytt, tá ið tey koma í skúla og orka ikki at gera nakað.
Ætlanin var at hava ein felags foreldrafund í hesi vikuni, men hesin er tíverri útsettur. Tit frætta meiri seinni.
Vh. Toymið
Tað hevur stóran týdning at tit lesa hvønn dag.
Krabbauppgávur finna tit á www.snar.fo Skriva heitið á bókini í leititeigin, í høgru síðu.