Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Boðklivin

Information om de sidste ugers undervisning

Hey tit øll

Vit hava gjørt tykkum eina persónliga mappu á one drive - filer - 9. flokkur 2019-2020 - coronaundirvísing, sum er deild við tykkum. Leinkjan liggur niðri undir og á vikuætlanini - mánadag 16/3. Her tit skulu leggja heimaarbeiði í føroyskum, enskum, týskum og søgu inn. Møguliga koma onkrar lærugreinar afturat hesum. Tit fáa boðini gjøgnum vikuætlanina, nær freistin er. Minnist til at viðmerkja lærugreinina, tá tit lata inn.

Og sigið okkum frá, um okkurt ikki virkar hesum viðvíkjandi!!

 

https://skulin-my.sharepoint.com/personal/rs1511i3_skulin_fo/_layouts/15/onedrive.aspx?id=%2Fpersonal%2Frs1511i3%5Fskulin%5Ffo%2FDocuments%2F9%2E%20flokkur%202019%5F2020%2FKorona%20undirv%C3%ADsing

Skrubb

Góðu foreldur

Vit mugu tíanverri staðfesta, at tað er trupult at sleppa av við skrubb, tí skúlin hevur fingið fráboðan um ein nýggjan tilburð.

Kunning um skrubb

Orsøkin til at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb er, at ein hevur fingið eina skrubbmottu á húðina. Skrubb kemur ikki av vantandi reinføri - øll kunnu fáa skrubb. Skrubb kann fyribyrgjast og lættliga viðgerast.


Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Tað ganga 2-3 vikur frá tí, at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Ein kann smitta í hesum tíðarskeiði.
Tann, sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast tilber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast. 

Meira kunning fæst á hesi leinkjuni hjá Gigni

Sí eisini kunning frá danska heilsustýrinum

At søkja inn á miðnám (17.02.2020)

Góðu tit

Mikumorgunin 11. desember kl. 9 fara vit í Norðurlandahúsið í biograf at hyggja at einum hugnaligum jólafilmi.

Næmingarnir skulu møta í NLH í seinasta lagi kl. 8.30, men til ber sjálvandi at koma fyrr, tí húsið er opið frá kl. 7.30.

Sum tit vita, eru ferðslu- og parkeringsviðurskiftini vánalig kring Norðurlandahúsið, og fyri at umganga ferðsluruðuleika á Sundsvegnum og á Norðara Ringvegi, fara vit tí inniliga at heita á tykkum foreldur at vísa størsta varsemi, tolsemi og skynsemi, tá tit seta børnini av við NLH.

Gott hevði verið, um børnini komu í góðari tíð og ikki rundan um kl. 8, tá ið morgunferðslan er sera nógv. Til ber eisini at brúka bussleiðina.

Ein møguleiki er at samskipa bilaflutningin úr Hoyvík oman í NLH. Foreldur ella grannar kunnu t.d. avtala sínámillum at fylla ein bil heldur enn at fara við einum barni í hvørjum bili.

Tað ber ikki til at parkera uttan fyri NLH og fylgja barninum inn, men vit, lærarar, taka ímóti næmingunum og vísa teimum inn í NLH.

Flokkarnir hava sítt frámerkta økið inni í NLH til taskur, klæði o.t.

Filmurin endar uml. kl. 10.45, og vit fara aftur í skúla til vanliga undirvísing.

Ikki er loyvt at hava drykkjuvørur, góðgæti o.t. inn við í salin.

Fundarskrá 4. septembur 2019

 

  • Vælkomin
  • Lærugreinar
    •    Innlatingar, roynd, verkætlan v.m.
  • Starvsvenjing
  • Seturskúli
  • Váttan um loyvi at fara av øki skúlans
  • Foreldraumboð

Starvsvenjingarpláss jan. 2020 - ynski

Bólkar og tíðir til roynd í alis-/evnafrøði

Skúlafótbóltur - kunning um ferðina

VEGLEIÐING TIL VERKÆTLAN - SPURDÓMAR

Brainstorm af underemner (verkætlan)

Lívfrøði 1/Landafrøði 1 og Lívfrøði 2/Landafrøði 2

Kunningarskriv viðv. setursskúlanum 11 til 13 Juni.

 

Góðu næmingar og foreldur í 7. flokki

Í døgunum 11. til 13. Juni fara vit á seturskúla í leguhúsinum í Nesvík. Vit møta í skúlanum mánadagin kl 8.00 og fara frá Nesvík aftur mikudagin kl 12.00.

Skúlin rindar fyri ferðing og gisting, og vit fara at biðja tykkum um 200 kr. hvør fyri mat. Peningurin skal verða goldin seinast hósdagin 07.06.2018.

Í Nesvík eru góðar umstøður at vera úti, so tí er umráðandi, at øll hava hóskandi klæðir og skógvar við. Eisini muga tit hava nokk av skiftiklæðum við.

Vit hava avgjørt, at tað ikki er loyvt at hava fartelefon, teldil, teldu ella líknandi tól við. Lærararnir hava telefon við, ið næmingarnir kunnu læna, um tørv er á tí. Somuleiðis kann samband fáast við lærararnar á: Jens Martin – 280329, Lydia - 280317, Rúni 255537, Bogi – 280301.

Annað at taka við:  

·         Seingjarklæði ella soviposa 

·         lak

·         Handklæði

·         Fótbólt, brettspøl o.a.

·         Ein matpakka og vatndunk til á middegi mánadag.

·         I mestalagi 100 kr í lummapeningi

               o   Tað er ikki loyvt at keypa orkudrykkir, so sum Red Bull, Monster o.l.

 

Um nakar er, ið tekur heilivág ella er viðhvamur yvir onkrum, muga tit boða lærarunum frá.

Eru spurningar ella eitthvørt, ið tit annars vilja boða okkum frá, eru tit vælkomin at ringja. 
Vit gleða okkum til at vera saman við tykkum hesar dagarnar.

Vinarliga

Jens Martin, Lydia, Rúni og Bogi

 

Ongar fílur

Foreldraviðtalur byrja 30.10.2017.

Sí PDF-skemaðið niðanfyri.

Yvirlit yvir foreldraviðtalur heyst 2017

Floksveitsla

Floksveitsla verður 27.10.2017. Vit gjalda øll 100,- DKK til mat o.a. Vit fara at eta saman, spæla spøl og hugna okkum :)

Myndatøkudagur

Myndatøkudagurin verður 26. oktobur, tit fáa nærri boð um, nær hvør flokkur skal taka mynd.

Skjal til tilmelding av myndatøku

Viðv. matpakkin.fo   

Góðu foreldur,

Vit vilja áminna tykkum, ið keypa mat frá matpakkin.fo at minnast til, at skráseta barn tykkara í rætta flokki. T.v.s. at okkara næmingar ganga í 7. fl, ikki 6. fl. eins og seinasta ár. 

Tað er komið fyri, at næmingar ikki finna sín matpakka, av tí at matpakkarnir eru skrásettir undir skeivum flokki. 

Vh

Toymið í 7. fl. 

Biophilia: Dómsnevndin hevur nú hugt eftir øllum tilfarinum, og niðurstøðan er, at “eingin fer heim aftur við ongum vinningi”! Raðfestingin av vinningunum verður kunngjørd á Biophiliadegnum í NLH 19. apríl. Vit ætla at skipa soleiðis fyri, at alt tilfar verður koyrt niðan í NLH dagin fyri, 18. apríl. Vit samskipa innheintingina av tilfarinum. Tann 19. apríl sleppa vit í gongd frá kl. 8 um morgunin. Fyribils skráin fyri dagin er viðheft.

Nú hava vit fingið boð frá Biophilia dómsnevndini um, at vit skulu vera við í Norðurlandahúsinum 19. apríl, har vionnarnarir av kappingini verða kosnir :)

Hetta gleða vit okkum ómetaliga nógv til!

Hugnakvøld

Framsýning3. Mars kl. 17.00 eru foreldur, systkin, ommur og abbar til framførslu, framsýning og hugnakvøld. Vit ynskja at eta nátturða saman, men hetta fáa tit nærti boð um seinni :)
    Ongar myndir

Rennidagurin útsettur til komandi viku

 
Av tí at Vísundavøka er fríggjadagin 30. septembur og fleiri flokkar ætla sær á hana, hava vit valt at útseta rennidagin til komandi viku.

Felagsforeldrafundur


Danski sálafrøðingurin Jens Andersen fer at halda fyrilestur fyri okkum um tann týdning, ið foreldur hava á barnisins menning, felagskap, trivnað og læring í skúlanum
 

Góðu foreldur,

vit vilja fegin bjóða tykkum til felagsforeldrafund.

Danski sálafrøðingurin Jens Andersen fer at halda fyrilestur fyri okkum um tann týdning, ið foreldur hava á barnisins menning, felagskap, trivnað og læring í skúlanum.

Fyrilesturin er serstakliga um, at vit sum foreldur eru fyrimyndir hjá okkara børnum og um ta ábyrgd, sum foreldraleikluturin hevur við sær, t.d. um samstarv, menning av felagsskapum og um at seta børnum krøv.

Jens Andersen er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari, sum nýtir skemt og ítøkilig dømi úr gerandisdegnum at lýsa barnauppaling og familjulív.

 

Dato:

mikukvøldið 23. september 2016 klokkan: 19.00 – 20.30

 

Stað:

Skúlin við Løgmannabreyt

Foreldrafundurin!

 

Árligi foreldrafundurin var týskvøldið 1. sept. 

 

Á skránni var: 

Kunning um: 

               - Lærugreinar

               - Skúlaárið

               - Landsroynd

Eisini umrøddu vit at taka vinarbólkar uppaftur, men tað bleiv ikki til nakra avgreiðslu, annað enn at vit avtalaðu, at lærarirnir hava ymisk tiltøk saman við flokkinum.

At enda var nýtt foreldraráð valt, men av tí at undirtøkin ikki var so góð, fingu vit bara trý foreldur í ráðið. Tað merkir at vit enn mangla ein í ráðnum. Vit í toyminum fara tí at heita á tykkum, sum ikki hava verið í foreldraráðnum enn, um at seta tykkum í samband við okkum, so vit fáa eitt fullmanna ráð!

Tey valdu eru:  Katrin Hoffgaard (Anna Maria)

                         Anita Højgaard (Anna)

                         Beinta B. Nolsø (Herman)

                         Sonja F. Mørkøre (Olivia)

 

Folkslærarar eru: Rachel Eysturtún tlf. 280323

                             Annika í Garði tlf. 280326

                             Hans Karl Højgaard tlf. 280335

Á flot við Westward Ho

Felagsforeldrafundur!

Árligi felagsforeldrafundurin verður týsdagin 30 aug. kl 17.00 í 6. flokks hølinum. 

Skráðin:                 

                                 Vælkomin

                                 Kunning um skúlaárið

                                 Kunning um lærugreinarnar

                                 Landsroyndir

                                 Annað

 

Toymið í 6. flokkið

 

Matarskipanin byrjar aftur

Matarskipanin byrjar aftur hesa vikuna. Skipanin virkar soleiðis, at maturin verður bílagdur og goldin á heimasíðuni hjá PM pluss og útflýggjaður í matarsteðginum kl. 11.20. Til ber at bíleggja mat til mánadag, mikudag og fríggjadag. Minnist til at bíleggja innan kl. 12 dagin fyri. Fyrstu ferð bílagt verður, skal næmingurin skrásetast. Vegleiðing og bílegging er á leinkjuni MATARSKIPAN í høgra bredda á heimasíðu skúlans www.svl.fo Tað er umráðandi, at allir næmingar skráseta seg av nýggjum og flyta ein flokk upp frá seinasta skúlaári. Best er, um bílagt verður fyri eitt tíðarskeið í senn, men tað er tó eingin treyt.

Lesi- ogrokniskeið

Í ár verður fariðundir lesi- og rokniskeið í Skúlanum við Løgmannabreyt. Skeiðið verður boðið teim næmingum, sum toymið metir hava tørv á einum eyka tilboði. Lærararnir, sum fara at hava skeiðini, eru: Brynhild Nolsøe og Eydna Vitalis, ið taka sær av lesiskeiðnum, og Jens Martin Holm og Anna Maria Reinert Jensen ið hava rokniskeiðið. Endamálið við skeiðnum er at lyfta næmingin upp á eitt hægri støði fakliga.Tíðarskeiðið næmingarnir eru á skeiðnum verður merkt av eini størri arbeiðsbyrðu fyri bæði næming og foreldur. Foreldur avgera sjálvi, umnæmingurin luttekur á skeiðnum og skulu vátta fyri luttøku. Tilboðið stendurbert teim næmingum í boði, sum toymið metir hava størstan tørvin á skeiðnum. 

Idag har eleverne to spørgeskemaer og en kuvert med hjem i tasken + et brev, der forklarer om formålet. Venligst retumér spørgeskemaerne på mandag. Takk fyri :)

At hava við á setursskúla:

Soviposa/dýnu + kodda

undirlag

tannbust + tannkrem

okkurt at sova í

bamsu (um mann ynskir at hava tað, tá ið mann svevur)

Um viðrar fara vit at ganga til Lamba. Tískil mugu næmingarnir hava góð og heit klæði við - og eisini góðar skógvar/gummistivlar. 

Skiftiklæði

Vit hava ikki teir allar bestu møguleikarnar, tá ið talan er um brúsur, men kunnu tó læna onkra einkulta brúsu í skúlanum. Tískil skulu næmingarnir hava handklæði við.

Vit fara at keypa okkurt góðgæti fyri pengarnar, sum leypa av matinum, men næmingarnir eru tó vælkomnir at taka okkurt lítið søtt við sjálvir.

Leggið til merkis at næmingarnir sjálvur mugu klára at bera alt, ið teir hava við. So pakkið væl, men ikki alt ov nógv ;)

p.s. næmingarnir sleppa ikki at hava ipad ella annað elektroniskt við. Tó kunnu teir hava telefonina við, um tit ynskja at ringja til barn tykkara. Foreldrini kunnu altíð ringja til lærararnar, um tey ynskja at fáa fatur á næmingunum.

Setursskúla í Rituvík :)

11.-13- mai fara vit til Rituvíkar. Vit fara at búgva í Missiónshúsinum, og hava fingið buss at koyra okkum til Rituvíkar og til Havnar aftur. Skúlin rindar fyri bussin og Missiónshúsið, meðan næmingarnir sjálvir gjalda fyri matin. Fyri at gera tað so lætt sum møguligt, hava vit avgjørt at onkur bakar + rindar 100 kr fyri mat, meðan onnur einans gjalda fyri mat. Tey, sum ikki baka, gjalda 150 kr. Tey, ið vit hava sett at baka er:

Skuffukøku:

Bára, Kjartan, Sanna H, Rói F, Rókur, Sanna T, Aaron, Herman, Marjun og Kristina.

 

Bollar:  (uml 2 kg av mjøli)

Anna, Rakul, Silvia, Elin, Ester, Áki, Dánjal, Rógvi, Mia P, Sára, Theresa, Eiri, Helgi, Tóri og Rói T.

 

Um tað er onkur, ið fegin vil baka ella ikki vil baka, kann viðkomandi skifta um við onkran og so siga lærarunum frá.

 

Sum nú er, fara vit úr Havn mikudagin 11.05 kl 10 og koma til heim aftur uml a miðdegi fríggjadagin 13.05. Annars kemur meira kunning um túrin út seinni.

 

Næmingarnir verða bidnir at hava 100/150 kr við í skúla sum skjótast.

Túrur oman á Reyn.

Í morgin fara vit túr oman á Reyn. Vit møta í skúlanum sum vanligt kl 8 og fara til gongu oman. Sum nú er, sær veðrið út til at verða gott, men av tí at vit skulu vera úti rættiliga leingi, mugu næmingarnir vera í góðum, heitum klæðum og hava góðan matpakka við.

Heini Larsen.

Tá ið vit komu í skúla í morgun, fingu vit boðini um at Heini Larsen, sum hevur hoyrt til 8. flokk, men til dagliga hevur verið á serstovuni, andaðist í gjárakvøldið. Heini hevur seinastu tíðina verið sera sjúkur, og sovnaði í gjárakvøldið stillisliga inn. Vit hava tí í dag havt eina minningarløtu um Heina, og eftir hetta, hava vit í flokkinum tosa um at missa, um sorg og um hvussu ymiskt sorgin kann vísa seg. Onkrir næmingar vóru sera keddir, men vit hava tosað um, at tað er heilt í ordan at vera keddur. Vit hava heitt á allar næmingar um at tosa við foreldrini hjá sær um, hvat er hent í skúlanum í dag.

Kære elever og forældre i 5. klasse

I engelsk har vi de kommende timer et tema om Vikinger. Jeg har bestilt nogle bøger på Nám, og der er fine tekster i læsebogen. Eleverne kommer til at arbejde alene, i par og i grupper med forskellige opgaver og problemstillinger.

Elers vil der fremover være en rytme i engelsktimerne, hvor vi om torsdagen begynder dobbelttimerne med en læsestund i frilæsningsbøger. Så fortsætter vi med `Let´s talk,´ hvor vi vender løst og fast. Herefter går vi over til dagens tekst og opgaver. Dobbelttimerne sluttes af med en leg eller en sang. Om fredagen, hvor vi kun har en engelsktime, har vi ingen læsestund. I stedet for vil der fremover være en opgave, hvor eleverne på skift holder et lille oplæg på tre minutter om et valgfrit emne. Og så tekst og opgaver, selvfølgelig.

For de elever, der her i foråret har Myndlist har vi fokus på Kunst, tegning og maling. Hver gang vi mødes vil der både være teori og praksis, og inden sommerferien skal vi besøge Listasavn Føroya.

Det var alt for nu :)

Venlig hilsen

Trine Joensen

Lús.

Góðu foreldur.

Vit hava aftur ein tilburð av lús í 5. flokki, so vinarliga kembið tygara barni, so óbodnu gestirnir verða skjótir avstað aftur ;)

P-tal   

Kunnu tey, ið ikki hava sent p-talið hjá barni tygara til skúlan, vinarliga senda hetta á svl@svl.fo? :)

Myndir og p-tal

Góðu foreldur.

Um tað er onkur tykkara, ið ikki vil, at vit leggja myndir av barni tygara inn á heimasíðu skúlanum, verða tit biðin at siga okkum frá.

Skúlin hevur brúk fyri p-talinum hjá øllum næmingum, so vinarliga sendi hetta til svl@svl.fo. Upplýsið eisini navn og flokk.

Foreldraumboðini.

Foreldraumboðini fyri skúlaárið 15/16 eru:

 

Terji (pápi Rakul)

Símun (pápi Leu)

Eyðun (pápi Áka)

Helgi (pápi Frank Inga)

Lús!

Vit hava aftur havt gestir í flokkinum - lús. So vinarliga kembið barni tygara, so vit kunnu sleppa av við lýsnar :)

03.05.15

Vit hava havt ein tilburð av lús í 4. flokki, so vinarliga kembið barnið tygara! :)

Yvirlitið yvir bólkaarbeiðið um Sandavág! :)