Finaludagur

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 01.05.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í kvøld verður ein spennandi FM-finaludystur í Burn mansdeildini, tá H71 og KÍF hittast í fjórða FM-finaludystinum, sum byrjar kl. 20 í høllini í Kollafirði.

 

Vinnur H71 dystin, eru teir FM-vinnarar 2024. Vinnur KÍF verður neyðugt við FM-finaludysti nummar fimm, ið verður leiktur leygarkvøldið 4. mai kl. 19 í Hoyvíkshøllini.

 

Vit, ið Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, hava fylgt væl við og eru ikki sørt errin av, at 11 av teimum 16 á liðnum hjá H71 hava gingið í skúla á Løgmannabreyt. Næstan allir hava teir gingið á hondbóltsbreytini í skúlanum.