Lærarar til Skúlan við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 22.05.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum til skúlaárið 2026/27

Søkt verður eftir

  • 1 - 2 lærarum í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2026 fyri lærarar í farloyvi, vegna lækkað tímatal og avlopstímar
  • 1 fast lærarastarv

Endaliga tímatalið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2026.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í innskúling og handaverk og list.

Søkt verður eftir lærarum, sum

  • duga at samstarva
  • virka í toymum
  • eru fyrikomandi og sýna ein jaligan hugburð
  • dáma avbjóðingar og tora at ganga nýggjar leiðir
  • hava áræði til at taka ábyrgd

Førleikakrøv
Til størvini krevst læraraprógv.

Skúlin bjóðar

  • Nútímans skúla
  • Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar 

Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. juni 2026, kl.12.

Tú fært meiri at vita
um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

Umsóknin verður stílað til:

Skúlin við Løgmannabreyt
Postrúm 3174
110 Tórshavn ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

Um skúlan:
Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er uml. 370 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 35 lærarar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk, heilsufrøðingur og sálarfrøðingur.

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum og frítíðartilboð til 3. flokk. Har arbeiða 10 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri.