Hósdagin 16. apríl kl. 10.30 eru vit bjóðað til operu og einki minni enn frálíku Gandafloytuna eftir Mozart.
Gandafloytan er millum kendasu og populerastu operur í heiminum og er á tremur við góðum tónleiki.
Heimskendu operuna hevur Birita Adela umskrivað til eina stuttsøgu, sum hon fer at lesa, meðan Operetturnar - átta gentur í 4. og 5. fl. á Skúlatrøð í Klaksvík - syngja og spæla.
Birita Adela greiðir eitt sindur frá, hvat ein opera er, hon syngur eitt lítið brot og lærir so øll børnini ein sang, sum tey skulu syngja saman við operettunum, samstundis sum leikurin verður spældur. Síðan lesur hon søguna ímeðan tær 8 operetturnar sum sagt syngja og spæla.
Framførslan, ið er ætlað 1. – 4. fl. verður í miðhøllini og varir í 35 - 40 minuttir.
Vit gleða okkum at hoyra Gandafloytuna og at hitta operetturnar úr Klaksvík.