Í dag hava Emma Ró Bjarnadóttir úr 6.fl og Andrew Arnholdsson Olsen úr 7.fl verði til Pangea finaluni.
Endamálið við Pangea Støddfrøðikappingini er at savna 3.-9. floks næmingar tvørtur um stað, samfelagsbólkar og útbúgvingarstøði og bjóða teimum av, og fáa tey at ásanna, at rokning eisini kann vera stuttligt. At eggja og hugkveikja næmingar til rokning umframt at heiðra og løna teimum bestu við vinningum fyri teirra avrik.
Emma Ró og Andrew høvdu ein góðan dag, men vilja eisini ásanna at tað vóru torførar uppgávur at loysa.