Í dag 25. mars er okkara móðurmálsdagur, og tað hava vit hátíðarhildið við eini lesifest. Mánadagin og týsdagin var upplestur fyri yngru flokkunum. Í dag hava fleiri flokkar havt lesiløtu í námsfrøðiliga deplinum.
Hóast altjóða móðurmálsdagur er 21. februar, so verður føroyskur móðurmálsdagur hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Hann varð føddur á Steig í Sandavági hendan dagin í 1819 – og er avgjørt, at hesin dagur eigur at vera førosykur móðurmálsdagur, tí ávirkanin, sum Hammershaimb hevði á móðurmálið hevur verið so avgerandi.