1., 2. og 3. flokkur møttust í morgun í námsfrøðiliga deplinum til Lesifest. Hans Karl fortaldi søguna um lítla Virgar.
25. mars er árligi móðurmálsdagurin, og tað ynskja "Føroyar Lesa", at vit hátíðarhalda við eini Lesifest. Hetta verður hildið her í skúlanum við upplestri og lesiløtum.
Tað er ein sannroynd, at upplestur er ein týdningarmikil partur av lesigleðini hjá børnum. Royndir vísa, at børnum dámar væl at hoyra eina søgu lisna upp, og at ungu lesararnir sakna søguløtuna heima ella í skúlanum, tá teir gerast eldri. Somuleiðis minnist vaksni lesarin ofta søguløturnar sum góðar løtur, sum kunnu virka til, at tey sjálvi halda fast við lesingini í sínum vaksna lívi.