Í dag hittist lesiringurin í 5.flokki aftur. Hesa ferð var tað bókin “Vinurin”, ið Helle Thede Johansen hevur skrivað, sum varð umrødd.
Bókin “Vinurin” snýr seg um gentuna Annu, sum hevur fingið ein kjattvin á netinum. Tey hava skrivað saman eina tíð, og Anna ger av at møta honum í veruleikanum. Einasta, sum veit av hesum, er vinkonan Barbara, sum ikki er heilt rólig við, at Anna skal møta einum, hon ikki kennir – og kanska ikki er tann, hann sigur seg vera.
Søgan gongur fyri seg í einum veruligum, nútímans umhvørvi, sum næmingarnir lættliga kenna seg aftur í.
Eisini viðger bókin fleiri týdningarmikil evni, sum børn kenna aftur - eitt nú:
· Netkjatt og trygd á netinum
· Vinarlag og trupulleikar millum vinir
· At taka ábyrgd
· Kenslur sum ótti, óvissa og samvitska
Eisini henda bókin fekk fleiri stjørnur frá næmingunum.