Altjóða kvinnudagshald

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 09.03.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun høvdu vit kvinnudagshald í skúlanum, har vit sungu 2 sangir. Jona, Rebekka úr 6.fl og Ranja úr 7. flokki spældu 2 løg fyri okkum, og Fríða Adela úr 8.flokki helt røðu. Ein deilig løta í námsfrøðiliga deplinum í morgun.

Her er røðan hjá Fríðu Adelu Eriksen

Góðu øll somul
Í gjár var 8. Mars – Altjóða kvinnudagur.

Men hví hava vit í veruleikanum ein kvinnudag? Hví er tað neyðugt at hava ein serligan dag fyri kvinnur?

Jú - Vit halda Kvinnudagin, tí søgan vísir okkum, at kvinnur ikki altíð hava havt somu rættindi sum menn, og enn ikki hava somu rættindi sum menn, serliga aðrastaðni í heiminum. Tað var ein tíð, har kvinnur ikki kundu taka somu útbúgving sum menn. Ein tíð har tær ikki høvdu somu møguleikar at átaka sær eitthvørt arbeiði, kundu atkvøða á vali ella taka avgerðir. Kvinnur máttu stríðast fyri at fáa eina rødd. Tær máttu mótmæla. Tær máttu tora at standa fram, hóast tað var torført, og nógvar vóru ikki tiknar í álvara í byrjanini. Men tær góvust ikki!

Hesar kvinnur, sum stríddist fyri rættindum, kunnu vit takka fyri, at vit gentur í dag, hava rætt til, at velja. Tí kunnu gentur ganga í skúla og droyma um at gerast, hvat sum helst. Tí kunnu kvinnur í dag verða við til, at taka avgerðir í politikki, verða, læknar, advokatar, leiðarar, - og ítróttarfólk á hægsta støði.

Kvinnudagurin er ein dagur, har vit takka kvinnunum, sum stríddist fyri okkum. Men dagurin er eisini ein áminning um, at javnstøða ikki kemur av sær sjálvum. Fleiri kvinnur úti í heiminum eru kendar fyri sítt stríð fyri rættindunum til kvinnur. Eisini í Føroyum hava vit havt sterkar kvinnuligar fyrimyndir. Her kunnu vit serliga nevna Maritu Petersen, sum var Føroya fyrsta og einasti løgkvinna! Og ikki at gloyma Andreu Árting, sum var ein av størstu talskvinnunum fyri javnstøðu og kvinnurættindum í Føroyum. Ein standmynd stendur í Steinatúni og minnir okkum á hana. “

Javnstøða krevur arbeiði! Javnstøða krevur dirvi! Og javnstøða krevur, at vit tora at siga okkara meining!

Sjálv eri eg 14 ára gomul og vaksi upp í Føroyum. Fyri meg, er tað ein sjálvfylgja, at eg kann ganga í skúla, taka tað útbúgving eg droymi um, og seinni vónandi fáa tað arbeiði eg ynski. Eg hugsi ikki dagliga um, at tey rættindi eg havi, eru komin av einum stríði, sum aðrar kvinnur hava stríðst fyri, at eg og aðrar gentur við mær, hava fingið. Men tað er sannleikin! Og tað gevur mær eina ábyrgd, sum eg eigi, at taka á mær!

Í seinastuni hava vit upplivað nakað, sum hevur savnað alt landið:

“Føroyska- kvinnu -hondbóltslandsliðið.” Tær hava klárað seg ótrúliga væl og hava víst okkum, at Føroyar kunnu vera við á altjóða støði. Tá tær spæla, sita fólk klistraði at sjónvarpinum. Hallirnar eru fullar, og fólk syngja, heppa og kenna seg errin. Men tað, sum ger meg mest errna, er ikki bara úrslitini. Tað er tað, tær standa fyri. Tær vísa, at gentur kunnu vera sterkar. At tær kunnu arbeiða hart. At tær kunnu seta sær stór mál OG røkka teimum. Tær eru fyrimyndir fyri aðrar gentur, sum standa og hyggja og hugsa:

 “Kanska kann eg eisini.”

Fyrimyndir hava stóran týdning. Tí tað, vit síggja, er tað, vit trúgva er møguligt.

Tá vit síggja kvinnur á vøllinum, á pallinum, í leiðslum og í politikki, so læra vit, at okkara dreymar ikki hava mørk. Men ítróttur, er bara EIN partur av samfelagnum.

Tann 26. mars verður Løgtingsval. Tað merkir, at vit liva í einum demokratii. Demokrati merkir, at fólkið hevur valdið. At vit kunnu velja tey, sum skulu taka avgerðir fyri landið. Tað er ein rættur, sum ikki øll lond hava. Og tað er ein rættur, sum vit ongantíð mugu taka fyri givið. Hóast eg ikki eri gomul nokk at velja enn, so eri eg partur av framtíðini í Føroyum. Tað, sum verður avgjørt í dag, ávirkar mítt lív í morgin. Og her er tað týdningarmikið, at kvinnur eisini eru væl umboðaðar. Tí eitt samfelag er samansett av bæði kvinnum og monnum. Av gentum og dreingjum.

Um bara onnur helvtin er við at taka avgerðir, so manglar hin helvtin. Vit hava brúk fyri ymiskum sjónarmiðum. Ymiskum royndum. Ymiskum røddum. Kvinnudagurin minnir okkum á, at javnstøða snýr seg ikki um, at kvinnur skulu vera betri enn menn. Kvinnudagurin snýr seg um javnvág. Um rættvísi. Um at øll skulu hava sama møguleika at royna seg – antin tað er í ítrotti, politikki ella í vinnulívinum. Føroyska kvinnu-hondbóltslandsliðið hevur víst okkum, hvat samanhald og trúgv upp á seg sjálvan kann gera. Demokratið gevur okkum møguleikan at skapa tað samfelag, vit ynskja. Men tað krevur, at vit brúka okkara rødd. At vit vísa áhuga. At vit tora at siga, hvat vit halda. “vit mugu trúgva upp á okkum sjálvar” Vit hava longu víst, at vit hava eina rødd. Tá 3 gentur og 1 drongur bjóðaði seg fram úr 8.flokki her á skúlanum, saman við øðrum skúlum í Føroyum, at verða við á Ungdómstinginum í Løgtinginum. Uppskotini frá næmingunum við skúlanum við Løgmannabreyt, vóru hoyrd og tikin í álvara. Bæði politikarar, fjølmiðlar og onnur brúktu tíð og orku, at kjakast um evnini, sum vit ungu vóru komin fram til -Vit, ungu gentur í Føroyum í dag, eru ikki bara áskoðarar. Vit eru framtíðin.- Kanska sita nakrar av okkum her, sum ein dag fara at spæla á landsliðnum. Kanska eru nakrar, sum fara at sita í Løgtinginum. Kanska fara nakrar at leiða stórar fyritøkur ella skapa nakað heilt nýtt. Kvinnudagurin er ikki bara ein dagur um fortíðina. Hann er ein dagur um framtíðina. Ein framtíð, har gentur og dreingir hava somu møguleikar. Ein framtíð, har kvinnur eru sjónligar á øllum økjum. Ein framtíð, har okkara rødd verður hoyrd. Tí skulu vit halda fram at arbeiða fyri javnstøðu. Halda fram at heppa á okkara fyrimyndir. Halda fram at brúka okkara rødd, og halda fram at droyma stórt.

Tí um eitt lítið land kann skapa eitt stórt hondbóltslandslið, so kunnu vit eisini skapa eitt enn sterkari og javnari samfelag.

 

Góðan Kvinnudag!