Kvinnurnar á A-landsliðnum í hondbólti vóru í dag og vitjaðu okkum í skúlanum. Børnini sungu EM'ari, øll sungu tjóðsangin saman, Lív Z. segði eitt sindur um tá hon og fleiri aðra gingu í skúlanum og um hondbóltin, spurningar vóru settir hondbóltskvinnunum og til síðst fingu øll høvi at fáa autograf frá kvinnunum. Vit takka fyri ein góðan dag.