Í morgun spældi Aldubáran nýskrivaðan tónleik eftir Páll Sólstein saman við søgu og myndum úr bókini Vampýrella.
Kenda barnabókin “Vampýrella” hjá Edward Fuglø var støði undir framførsluni.
“Vampýrella” er triðja verkætlanin hjá Aldubáruni í samstarvi við Edward Fuglø og tónaskaldið Páll Sólstein. Søgan lýsir gentuna Ellu, sum er í ferð við at broytast frá barni til tannáring. Við dreymakendum myndum og tónleiki vóru børnini drigin inn í søguna og upplivdu broytingarnar, sum henda í einum systkinaflokki og í egnum sinni.