Ungdómsting

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 06.02.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

3. og 4. februar var ungdómsting har 32 ungdómar mannaðu Føroya Løgting. 4 næmingar úr 8.flokki hava, saman við øðrum næmingum í 8., 9. og 10. flokkunum úr øllum landinum, roynt seg sum politikar.

Hesar báðar dagarnar settu næmingarnir sjálvir dagskránna í Løgtinginum, og er hetta ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at fáa innlit í, hvat arbeiðið í Løgtinginum fevnir um.

Endamálið við ungdómstinginum er m.a. at geva næmingum størri innlit í fólkaræðið, at lata teir vera ein virknari partur av fólkaræðinum, og at geva teimum innlit í, hvat leikluturin hjá løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um.

Á hesum Ungdómstinginum hevur Ungdómstingið, ella ein meiriluti á Ungdómstinginum, tikið undir við, at landsstýrið ger eina avsláttarskipan fyri tey, sum koyra ígjøgnum fleiri undirsjóvartunnlar innan fyri eitt ávíst tíðarskeið; at tað eigur at verða avmarkað, hvør ið kann selja tubakksvørur; at kvinnur eiga at fáa betri atgongd til bíligari ella ókeypis menstruatiónsvørur; at Løgtingið eigur at seta fleiri pengar av árliga til Suðuroyartunnilin; og at játtanin til SSP-samstarvið eigur at verða hækkað.
Ein stórur meiriluti er harumframt samdur um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum setir 14 ára aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum.

Samstundis hevur ein meiriluti atkvøtt ímóti at broyta lógina, so at 17 ára gomul kunnu fáa koyrikort, og ímóti at valaldurin til kommunuval verður lækkaður úr 18 niður í 16 ár. Eisini heldur eitt samt Ungdómsting ikki, at hámarkið fyri pensjónsaldur skal setast við 68 ár, men at 70 ár eigur at vera markið.

Næmingar í 8. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt áttu tvey av teimum níggju uppskotunum, sum vóru løgd fram og viðgjørd av teimum 32 ungdómunum úr sjey skúlum. Annað lógaruppskotið hjá okkara næmingum var at seta aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum, og hitt var at økja játtanina til SSP-samstarvið.

Spennandi verður, um onkur av hesum verður at síggja í politikki í framtíðini. 

sí eisini https://ung.logting.fo/hvat-hendir-i-logtinginum/tidindi/tidindasavn/seks-uppskot-samtykt-a-ungdomstinginum/