Í døgunum 3. og 4. februar 10. Ungdómstingið sett. Tá fara 32 samfelagstilvitandi ungdómar í Skúlanum við Løgmannabreyt, Skúlanum á Fløtum, Sandoyar Meginskúla, Runavíkar kommunuskúla, Tvøroyrar skúla, á Skúlatrøð í Klaksvík og úr Sørvágs skúla at vera politikarar í tveir dagar.
Endamálið við Ungdómstinginum er:
- at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
- at læra næmingar at vera ein virknari partur av fólkaræðinum
- at vísa næmingunum í verki, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
- at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um
Ungdómsting var fyrstu ferð hildið í 2006 og verður vanliga hildið annaðhvørt ár, har næmingar í 8., 9. og 10. flokki í skúlum kring landið sleppa at manna tingið í tveir dagar.
Hesar dagarnar fáa næmingarnir høvi til sjálvir at seta dagsskránna í Løgtinginum. Hetta er tí ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evnir, sum tey halda eru týdningarmikil, og at taka lut í samfelagskjakinum. Við at bjóða seg fram fáa næmingarnir eisini møguleika at uppliva, hvussu teir kunnu vera við í at varðveita og menna eitt virkið fólkaræði.
Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, bjóðaði í juni í fjør skúlunum at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera í Ungdómstinginum 2026, og tá freistin var úti 25. november, vóru 28 ymisk uppskot komin inn, og burtur úr rúgvuni eru níggju vald at verða løgd fram og viðgjørd á Ungdómstinginum í næstu viku. Lógaruppskotini eru: Tíðarásett tunnilsgjald, tiltøk at minka um royking, koyrikort til 17 ára gomul, bíligari menstruatiónsvørur, Suðuroyartunnil, lækka aldursmarkið til kommunuval, aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum, hámark fyri pensjónsaldur og økt játtan til SSP-samstarvið.
Næmingar í 8. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt eiga tvey av teimum níggju uppskotunum, sum verða løgd fram og viðgjørd av teimum 32 ungdómunum úr sjey skúlum, sum í ár sleppa at royna seg sum ungdómstinglimir. Annað lógaruppskotið hjá okkara næmingum er at seta aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum, og hitt er at økja játtanina til SSP-samstarvið.
Spennandi og áhugavert verður at fylgja við í viðgerðini av innkomnu lógaruppskotunum frá ungdómstinglimunum.