Skúlin stongdur týsdagin 3. februar 2026.

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 28.01.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vegna starvsfólkadag saman við Námi og Námsvísindadeildini hava næmingar skúlans frí týsdagin 3. februar 2026. 

Við á starvsfólkadegnum eru Skúlin við Løgmannabreyt, Eysturskúlin, Nólsoyar skúli, Kaldbaks skúli, Velbastaðar skúli og Lítliskúli.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur givið loyvi til, at næmingarnir á viðkomandi skúlum fáa frí ásetta dagin.

Frítíðarskúlin hevur tó opið frá kl. 7.45 til kl. 17.00 fyri næmingum í 1. og 2. flokki. Frítíðartilboðið fyri 3. flokk er stongt.