Dagurin longdur 1 tíma og 7 minuttir síðani stytsta dag.

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 16.01.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Meðan føroyingar í túsundatali eru farnir - ella eru á veg til Oslo at stuðla okkara hondbóltshetjum, stríðist sólin at koma sær upp um havsbrúnna. 

Hetta er ein vakur morgun henda fríggjadagin 16. januar 2026. Frostklárt og vindstilli, vindmyllurnar á Gellingarkletti standa stillar. 

Síðani stytsta dag er dagurin longdur 1 tíma og 7 minuttir.

Í Føroyum var stytsti dagur (vetrarsólstøður) tann 21. desember og var dagurin 5 tímar og 8 minuttir. 

Síðani eru gingnir 26 dagar og í dag 16. januar er dagurin 6 tímar og 15 minuttir langur, ella 1 tíma og 7 minuttir longri síðani stytsta dag.

Dagarnir leingjast skjótt um hesa tíðina og hvønn dag verða fýra minuttir lagdir afturat. Hetta sæst serliga væl seinnapartarnar, tí sólin setur nakrar minuttir seinni fyri hvønn dag sum líður.