Jólahald - mikudagin 17. desember kl. 16

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 12.12.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Jólahaldið í Skúlanum við Løgmannabreyt verður sum altíð stórbært og stórfingið.

Mikudagin 17. desember kl. 16

fara næmingar skúlans at spæla sjónleik, dansa, syngja jólasangir saman við okkara næmingaorkestri, ganga lusia, lesa jólaevangeliið og har verður felagssangur. Kendir gestasangarar koma eisini at syngja saman við øllum 400 næmingum skúlans.

Vit gleða okkum at síggja næmingar, foreldur, systkin, ommur og abbar til jólahaldið í ár.