Akkurát sum við landsliðnum í hondbólti hjá monnum, hevur triði hvør leikari á føroyska kvinnulandsliðnum gingið í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Tær eru systrarnar Anna Elisabeth og Maria Halsdóttir Weyhe, tvíburðarnir Vár og Lív Bentsdóttir Zachariasen, Marita Mortensen og Maria Pálsdóttir Nólsoy.
Vit eru sjálvsagt ikki sørt stolt og errin av, at 6 av hesum 18 hondbóltshetjum, ið mannað liðið, hava gingið í okkara skúla.
Vit eru altíð fegin og glað, tá ið tað gongur ”okkara” næmingum væl!
Koyr á Føroyar!