Lesiringur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 17.11.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í síðstu viku hittist lesiringinum í 6.flokki um bókina "Rýmingarnir", sum Ulf Stark hevur skrivað.

"Rýmingarnir" er ein hjartanemandi søga um abban Gottfrid og Lítla Gottfrid.
Abbin, Gottfrid, ætlar at rýma av sjúkrahúsinum til plássið, har hann hevur havt sína eydnuríkastu tíð í lívinum. Abbasonurin Lítli Gottfrid kemur honum til hjálpar - og fara teir út á síðsta ævintýrið saman.

Næmingunum dámdu heilt væl bókina, og fekk hon fleiri stjørnur.

Brot úr bókini:

"... Abbi fekk tablettirnar í tveimum smáum íløtum. Tær hvítu vóru fyri hjartað, og tær reyðu vóru fyri, at hann skuldi vera sinniligur og ikki vera til ov nógvan ampa".

"Mitt á borðinum stóð vínbláberjasúltutoysglasið ... Omman tín hentaði berini, vaskaði tey, kókaði tey, koyrdi júst so nógv sukur í, at tað ikki gjørdist ov súrt og ikki ov søtt, rørdi runt í tí og helti tað niður í hetta glasið. Hon gav tí sína tíð. Og sínar tankar. So eitt sindur av henni er í krukkuni. Skilir tú?"

Bæði tablettirnar og vínbláberjasúltutoyið høvdu ein serligan týdning í bókini