Gloymd klæðir liggja frammi til fríggjadagin 14. november 2025
Hetta er tíðin, tá ið vit rudda upp í klæðum, ið eru gloymd eftir í skúlanum, og sum altíð, so er tíverri væl av klæðum, sum hópa seg upp - alt frá svimjibuksum og ítróttaklæðum til troyggjur, skógvar og jakkar.
Klæðini liggja frammi í kantinuøkinum til fríggjadagin 14. november 2025. Gott hevði verið, um tit, ið sakna okkurt klædnaplagg, koma í skúlan at hyggja.
Ikki heintað klæðir, verða latin vælgerandi felagsskapi at gera gott við.