2. flokkur hevði morgunsangin í morgun. Tey greiddu frá um “Nærveruvikuna” og varpaðu m.a. ljós á skíggjanýtslu, og tað, sum kann henda, um mann hyggur ov nógv í skerm. Eisini umrøddu tey evnisvikuna, har evnið var “rørsla”. Tá royndu tey ymisk spæl, sum ikki kravdu skerm.
Morgunsangurin í morgun endaði við kvøðu til føroyska manslandsliðið í hondbólti, sum dystast í Golden League í Noregi, og har nógvir av okkara næmingum eru á liðnum.