Súkklurásin var vælumtókt í evnisvikuni

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 05.11.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt eigur súkklurás, sum er fingin frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

So at siga allir næmingar skúlans fingu høvi at royna súkklurásina í evnisvikuni. Eygleitt varð, meðan næmingarnir súkklaðu, og stig vóru givin í mun til, hvussu gekk. At fáa fult stigatal, t.e. ongan feil at gera, var ikki lætt, men nakrir næmingar megnaðu tað. Hjá fleiri var verri og hjá summum sást týðiliga, at teir høvdu ikki súkkla nógv. 

Men uttan mun til, hvussu gekst, so var hetta stuttligt og læruríkt. 

Tiltakið eydnaðist sera væl og súkklurásin verður heilt vist tikin fram aftur so skjótt høvi býðst. 

Endamálið við súkklurásini er undir tryggum og skipaðum viðurskiftum at fáa fram, hvussu førleikin at súkkla er. Við øðrum orðum at fáa fram, um barnið er ført fyri at halda javnvágini á súkkluni og samstundis skula venda, bremsa og eisini hava yvirlit fyri aðrari ferðslu. Umframt at vera til reiðar, um okkurt óvæntað kemur upp.

Tíverri kemur tað meira enn so fyri, at førleikin hjá børnum verður yvirmettur í mun til kognitivu førleikarnar. Og tað er ikki av ongum, at Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at børn skulu vera um 10-12 ár, áðrenn tey kunnu súkkla einsamøll, har nógv ferðsla er og har atlit skal verða tikið til nógv viðurskifti samstundis.