Mikudagin 29. november var veðrið so avbera gott, sólin skein oman og niðan og næstan eingin vindur. Vit tóku av møguleikanum og fóru út í Álaker at rógva við teinæringinum Royður. Hetta var fyrstu ferð at næmingarnir fingu møguleika at sita við ár. Tað gekk sjálvandi ein løta, áðrenn gongd kom á, men so hvørt, so gekk framá og vit róðu út úr bátahylinum út á vágna og inn í Sandagerð. Har fóru vit upp á land at eta matpakkan - ein góð løta í sólskininum. Síðani róðu vit sama veg aftur, og nú gekk væl betri, tí longu nú høvdu næmingarnir fingið betri stýr á árunum. Ein løta í so góðum veðri og sólskini er ein góð løta.