Palli Halaleysi
Í farnu viku fóru næmingarnir í innskúlingini í biograf í Havnar bio at síggja filmin um Palla Halaleysa.
Tað er nakað serligt at sita í einum rættiligum biografi saman við øðrum og hugna sær við poppkorni og sodavatni.
Palli Halaleysi er søga um vinalag og at finna sínar røtur. Um at góðtaka hvønn annan júst so, sum vit eru – líkamikið um vit hava hala ella eru halaleys.
Og tað besta av øllum er, at øll í filminum tosa og syngja á føroyskum.