Skíggjaátak – við Nærveruviku
Betri Trygging varpar í hesum døgum ljós á skíggjanýtslu og tær avleiðingar, vit síggja av ovurnýtslu av skíggjum. Nakrar av teimum avleiðingum, vit longu síggja hjá børnum og ungum, eru trupulleikar við at savna seg, málstrupulleikar, einsemi, tunglyndi og skúlaaftran – hetta verður ofta nevnt TikTok-heilar.
Málið við átakinum er at skapa økt tilvit um tað ræðið, skíggjar hava fingið á okkum, og fáa eina betri javnvág millum skíggjanýtslu og fysiska samveru, soleiðis at vit fáa meira nærveru inn í tilveruna aftur.
Vika 44 er Nærveruvika
Í viku 44 ætlar Betri Trygging at hava eina skíggjafría viku, har fokus er á nærveru og sosiala samveru – og tí er ynskið hjá Betri Trygging at banna fartelefonum heilt í skúlatíð hesa vikuna – hjá øllum næmingum. Tey siga seg vita, at fleiri fólkaskúlar longu hava telefonbann í skúlatíð, og er tað ordiliga gleðiligt.
SkíggjaSunn
Átakið, SkíggjaSunn skal hjálpa okkum at økja um tilvit um skíggjanýtslu og eggja foreldrum at fara inn á www.betri.fo/skiggjasunn at lesa um avleiðingarnar av ovurnýtslu av skíggjum og fáa góð ráð. Um vit øll gerast eitt sindur klókari og meira tilvitað um skíggjar og avleiðingarnar við ovurnýtslu, so er tað fyrsta stigið á vegnum til at gerast skíggjasunn
Til at stytta um fríkorterini og at eggja til samveru, hevur Betri Stuðul latið skúlanum alskyns spøl í gávu.