FELAGS FORELDRAFUNDUR TÝSKVØLDIÐ 4. NOVEMBER KL. 19

Skrivað hevur: Høgni Joensen

Útgivið tann: 22.10.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Týskvøldið 4. november kl. 19 skipar skúlastýrið fyri felags foreldrafundi í Skúlanum við Løgmannabreyt. 

Á fundinum fer Trygvi í Liða, sálarfrøðingur hjá Títt Rúm í Bláa Krossi at hava fyrilestur við heitinum: Hvussu kann eg skilja og stuðla menningini hjá mínum barni? 

Fyrilesturin er knýttur at árliga foreldrafundinum hjá skúlastýrinum, har m.a. ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum verður løgd fram.