Tú skalt eta tey epli, tú sjálv hevur velt, syngur Kári P. í vælkenda sanginum Meirilutin ræður.
Í vár setti 4. flokkur, nú 5. flokkur, epli niður. Tey vóru spent at vita, hvussu nógv var undir. Í góðveðrinum mánadagin fóru tey út at taka upp. Og væl sá út.
Næsta náttúru- og tøknitíma fer 5. flokkur at vaska og skera eplini sundur í eplabátar, sum síðan skulu bakast í ovninum.
Sum orðatakið sigur: Søtur er sjálvgivin biti.