Brandroynd í SVL

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 11.09.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun var skipað fyri árligu brandroyndini. Í stuttum er mannagongdin, at brandalarmurin fer í gongd, og so skulu lærarar og næmingar fylgja eini ætlan, m.a. at kanna nøvn og ganga leiðina oman á Hoyvíksvøllin, har endaliga manntalið verður gjørt upp.

Endamálið við brandroyndini er at venja næmingar og lærarar við eina støðu, sum kundi verið lík einari vandastøðu.

Alt gekk sum tað skuldi, alarmurin fór í gongd kl. 10.00 og einar 10 minuttir seinni vóru allir lærarar og næmingar á Hoyvíksvøllinum. Eisini sløkkiliðið var við í venjingini og kl. 10.08 var brandbilur á staðnum, og hóast talan var um venjing var útrykningsljóð at hoyra stutta løtu.