8.septembur er Altjóða lesidagur. Altjóða lesidagurin var stovnaður á hesum degi í 1965, og í ár hevur Altjóða lesidagurin sostatt 60 ára stovningardag. Dagurin varð útnevndur av ST og skal undirstrika týdningin av lesingini fyri einstaklingin, felagsskapin og samfelagið alt.
Í morgun vóru nógvir næmingar í námsfrøðiliga depilnum og lósu.