Í góðveðrinum fríggjamorgunin 5. september var árligi rennidagurin hjá skúlanum.
Dagurin byrjaði við morgunsangi og felags upphiting, og kl. 9.11 skjeyt borgarstjórin, Elsa Berg, renningina í gongd, og næmingarnir hildu avstað.
Runnið - ella gingið - varð fyrst á gongugøtuni oman eftir Løgmannabreyt, síðani inn í Kirkjustræti yvir í gøtuna í Dalinum langa. Síðani niðan til Kirkjugarðin og á gongugøtuni fram við Klingruni, niðan til rundkoyringina og so oman í skúlan. Tilsamans 2,9 km eina ferð runt.
Nógvir næmingar runnu 3 ferðir runt, og onkur kom upp á 4-5 ferðina. Í skúlagarðinum kundu næmingarnir fáa vatn og saft. Bikar vórðu ikki nýtt, skipað varð soleiðis fyri, at næmingarnir kundu sproyta eina passandi strálu í munnin. Tá ið liðugt var at renna fingu næmingarnir pylsur, og kl.11.30 var ein væleydnaður og hugnaligur rennidagur liðugur.