Árligi rennidagurin í skúlanum við Løgmannabreyt verður fríggjadagin 5. september. Byrjað verður at renna kl. 9.15, tá ið Elsa Berg, borgarstjóri, skjýtur renningina í gongd.
Runnið verður fyrst omaneftir á gongubreytini fram við Løgmannabreyt, síðani á gongubreytini á ovaru síðu á Kirkjustræti yvir til Hoyvíkshøllina. Síðani niðan eftir á gøtuni í Dalinum langa niðan til Klingruna. Hagani á gongbreytini yvir til rundkoyringina og so oman eftir gongubreytini fram við Løgmannabreyt og í skúlan.
Vónað verður, at bilførarar at sýna serligt ansni í økinum, meðan renningin er.
Tá ið næmingar eru lidnir at renna, fáa teir eitt renniskreytblað og so okkurt gott frá skúlanum.
Her eru myndir frá SVL rennidegnum 20