Í dag hevur helvtin av 6.fl. verið í fjørðinum við Westward Ho.
Síðani 2009 hevur tað verið ein fastur táttur, at næmingar í 6. flokki í Tórshavnar kommunu eru farnir ein fiskitúr við Westward Ho.
Tað gekk sera væl at fiska í morgun, og næmingarnir fingu nógvan og stóran fisk.
Í morgin fer hin helvtin, so spennandi verður at frætta frá teimum, tá teirra túrur er av.