1. skúladagur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 14.08.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki
 
48 glað og spent børn møttu í miðhøllini, har skúlastjórin bjóðaði foreldrum og næmingum at vera hjartaliga vælkomin í okkara skúla. 

Skúlastjórin heilsaði upp á næmingarnar, áðrenn teir hugagóðir fóru í skúlastovuna saman við Birgit, Bjarmu, Guðný og Róar, ið verður teirra toymið og sum dagliga vera um flokkin hetta fyrsta skúlaárið.

Vit ynskja okkara 1. floks næmingum at vera hjartaliga vælkomnar í skúlan við Løgmannabreyt.