Skúlin byrjar aftur mikudagin 13. august 2025

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 04.08.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

So nærkast fyrsti skúladagur skúlaárið 2025-2026.

Mikudagin 13. august verður farið aftur í skúla.

2. - 9. flokkur møtir kl. 10.

Næmingarnir í 2. og 3. flokki kunnu fara í frítíðarskúla/-tilboð eftir at skúlagongdin er liðug kl. 11.20.

1. flokkur møtir kl. 13.

Næmingarnir í 1. flokki eru vælkomnir at vitja frítíðarskúlan saman við foreldrunum til kl. 17.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur og eru sjálvandi øgiliga, øgiliga spent at heilsa upp á børnini, ið skulu í skúla á fyrsta sinni.

Blíðar heilsanir og framhaldandi gott summar.

Skúlin við Løgmannabreyt