Felagsgongutúrur í góðum summarveðri

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 18.06.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vit møttu kl. 8 mikumorgunin 18. juni við brandstøðina og gingu niðan á Varða, fram við Keldunum og síðani niðan á gøtuna, sum førdi okkum niðan móti Villingardali undir vatnbyrgingini. Har gjørdu vit ein steðg. Síðani gingu vit niðan til Franstatoftir, har vit ótu matpakkan, gjørdu eitt lítið bál og hoyrdu eitt sindur um søguna um Fransatoftir. Síðani gingu vit oman í gjøgnum Tjúkkurð, fram við Túgvánni. Tá ið vit komu til Havnarveg, fóru vit og so gjøgnum smoguna undir vegnum og gingu eftir Skipagøtu oman í skúlan.

Veðrið hepnaðist væl. Okkurt æl var, men lýtt og gott veður.

 

Sí fleiri myndir HER