Fyrsti næmingur í 9.fl liðugur við próvtøkurnar

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 12.06.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun varð farið undir ein stóran próvtøkudag, har næmingar fóru upp í kristni, alis-/evnafrøði ella donskum. Frammanundan hevur próvtøka verið í føroyskum. Fyrsti næmingur, sum kom út úr próvtøkuhølinum í morgun, var Silja Hovgaard.

Sum siður er, handaði skúlastjórin Silju eitt blómutyssi. Eisini er siður, at næmingurin skal vinda Merkið í húnarhátt.

Týsdagin verða teir seinastu næmingarnir lidnir við próvtøkurnar, og ynskja vit øllum góða eydnu tað, sum er eftir av próvtøkutíðini.

Prógvhandanin verður mikudagin 18. juni kl. 16.

Umframt, at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur. Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin. Eisini bjóðar skúlan ein góðan drekkamunn. 

Skúlin takkar næmingum og avvarðandi fyri gott samstarv hesi níggju árini, ið næmingarnir hava gingið í Skúlanum við Løgmannabreyt, og vit ynskja øllum blíðan byr og eydnu í framtíðini.