"Opið hús" - mánadagin 12. januar kl. 17

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 06.01.2026

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mánadagin 12. januar frá kl.17 til kl.18 hava vit "Opið hús" í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Kunnandi fundur um skúlan og frítíðarskúlan verður fyri foreldur og avvarðandi, sum hava børn, ið eftir ætlan skulu byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina. Børnini eru sjálvandi hjartaliga vælkomin við at síggja umstøðurnar í skúlanum og í frítíðarskúlanum.

Verið øll hjartaliga vælkomin!