• Forsíða
  • Skúlin
    • Skúlasøga
    • Virðisgrundarlag
    • Trivnaðarætlan
      • Floksfundir
      • Næmingasamrøður
      • Spælibólkar
      • Vinaflokkar
      • Spælilið
      • Samrøðubólkar
    • Telefonpolitikkur skúlans
    • Umsorgarnartilbúgving
      • Inngangur
      • Stuðulsbólkur
      • Felags missur
      • Við deyða
      • Missur hjá tí einstaka
    • Starvsfólk
      • Umsiting
      • Lærarar
      • Onnur starvsfólk
    • Næmingaráð
      • Reglur
      • Viðtøkur
      • Fundarfrágreiðingar
    • Heilsufrøðingur
    • Førleikastovan
    • Skúlasálarfrøðingur
    • Skúlavegleiðingin
      • Kunning
      • Starvsvenjing
      • Vallærugreinar
        • Tilmelding til vallærugreinar í 8. flokki - skúlaárið 2024/25
        • Alis- og evnafrøði
        • Týskt
        • Fótbóltur
        • Hondbóltur
        • Heimkunnleiki
        • SkúlaFM
        • Motorlæra
        • Sniðgeving
        • Tónleikur
    • Frítíðarskúlin
  • Kunning
    • Frídagar
    • Skúladagurin
    • Ljóð í leiki
    • Royndir
    • Trygging
    • Gloymd klæðir
  • Heim og skúli
    • Skúlastýrið
      • Viðtøkur
      • Meginreglur
      • Kunngerðir
      • Fundarfrásagnir
      • Ársfrágreiðingar
    • Foreldraráð
    • Fráboðan um fráveru
    • Góð ráð
    • Matarskipan
  • Flokkar
    • 1. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Boðklivin
      • Lærugreinar
      • Myndir
    • 2. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Boðklivin
      • Lærugreinar
        • Føroyskt
        • Støddfrøði
      • Myndir
    • 3. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Boðklivi
      • Lærugreinar
        • Føroyskt
        • Støddfrøði
        • Handaverk og list
        • Heimstaðarlæra
        • Kristni
        • Útiskúli
      • Myndir
      • Ymiskt
    • 4. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Lærugreinar
        • Føroyskt
        • Danskt
        • Støddfrøði
        • Ítróttur
        • Søga
        • Handaverk og list
        • Útiskúli
      • Boðklivin
      • Myndir
    • 5. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Lærugreinar
        • Føroyskt
        • Danskt
        • Støddfrøði
        • Enskt
        • Náttúra/tøkni
      • Boðklivi
      • Myndir
    • 6. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Lærugreinar
        • Føroyskt
        • Støddfrøði
        • Danskt
        • Enskt
      • Boðklivi
      • Myndir
    • 7. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Boðklivi
      • Lærugreinar
        • Føroyskt
        • Danskt
        • Støddfrøði
        • Heimstaðarlæra
        • Enskt
        • Søga
      • Myndir
      • Savn
    • 8. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Lærugreinar
        • Støddfrøði
        • Føroyskt
        • Danskt
        • Enskt
        • Ítróttur
        • Alis- og evnafrøði
        • Lívfrøði
        • Kristni
      • Boðklivi
      • Flokskalendarin
      • Myndir
    • 9. flokkur
      • Vikuætlan
      • Tímatalva
      • Ljóðbøkur
      • Boðklivi
      • Flokskalendarin
      • Lærugreinar
        • Føroyskt
        • Støddfrøði
        • Danskt
        • Enskt
        • Týskt
        • Kristni
        • Søga
        • Samfelagsfrøði
        • Alis- og evnafrøði
        • Lívfrøði
        • Landafrøði
        • Verkætlan
      • Myndir
      • Skjøl
  • Miðlasavn
    • Sangir, framsýningar o.a.
    • Mynda-Dropbox
    • Skúlaárið 2020/2021
    • Skúlaárið 2018/19
    • Skúlaárið 2017/18
    • Skúlaárið 2016/17
    • Skúlaárið 2015/16
    • Skúlaárið 2014/15
    • Skúlaárið 2013/14
    • Skúlaárið 2012/13
    • Skúlaárið 2011/12
    • Skúlaárið 2010/11
    • Skúlaárið 2009/10
    • Barnarættinda jólakalendarin 2019
    • Teinæringurin Royður
  • Forsíða
  • Skúlin
  • Kunning
  • Heim og skúli
  • Flokkar
  • Miðlasavn
  • Leita
Flokkar
  • 1. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Boðklivin
    • Lærugreinar
    • Myndir
  • 2. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Boðklivin
    • Lærugreinar
      • Føroyskt
      • Støddfrøði
    • Myndir
  • 3. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Boðklivi
    • Lærugreinar
      • Føroyskt
      • Støddfrøði
      • Handaverk og list
      • Heimstaðarlæra
      • Kristni
      • Útiskúli
    • Myndir
    • Ymiskt
  • 4. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Lærugreinar
      • Føroyskt
      • Danskt
      • Støddfrøði
      • Ítróttur
      • Søga
      • Handaverk og list
      • Útiskúli
    • Boðklivin
    • Myndir
  • 5. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Lærugreinar
      • Føroyskt
      • Danskt
      • Støddfrøði
      • Enskt
      • Náttúra/tøkni
    • Boðklivi
    • Myndir
  • 6. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Lærugreinar
      • Føroyskt
      • Støddfrøði
      • Danskt
      • Enskt
    • Boðklivi
    • Myndir
  • 7. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Boðklivi
    • Lærugreinar
      • Føroyskt
      • Danskt
      • Støddfrøði
      • Heimstaðarlæra
      • Enskt
      • Søga
    • Myndir
    • Savn
  • 8. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Lærugreinar
      • Støddfrøði
      • Føroyskt
      • Danskt
      • Enskt
      • Ítróttur
      • Alis- og evnafrøði
      • Lívfrøði
      • Kristni
    • Boðklivi
    • Flokskalendarin
    • Myndir
  • 9. flokkur
    • Vikuætlan
    • Tímatalva
    • Ljóðbøkur
    • Boðklivi
    • Flokskalendarin
    • Lærugreinar
      • Føroyskt
      • Støddfrøði
      • Danskt
      • Enskt
      • Týskt
      • Kristni
      • Søga
      • Samfelagsfrøði
      • Alis- og evnafrøði
      • Lívfrøði
      • Landafrøði
      • Verkætlan
    • Myndir
    • Skjøl
Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
svl@svl.fo
Myndir

Myndir 3. flokkur

  • Úti og skreiđa 8/2-24
  • 2023 0524 Gulin, Argjaskot Sólir
    Hóast komið var langt út í mai mánaða var fitt av vindi av vestri millum 15 og 20 ms. So vit valdu at leggja leiðina út á Argjahamar og ganga í lívd oman á Rókina, sum er við Gulan og aliringarnar. Á vegnum tóku vit mynd í bóli, sum nú er mitt í einum øki, har nýggj útstykking verður gjørd. Spennandi verður at síggja, um bólið verður varðveitt.

    Í húsatoftini niðri á rókini kyndu vit bál og ótu matpakkan. Síðani høvdu næmingarnir møguleika at ganga runt í økinum og kunna seg um tað. Síðani arbeiddu vit við spurningum um plantur og vøkstur. Og so sjálvandi sansaløtuna, har vit "sløkkja" eygnasansin og nýta hinar 4 sansirnar at lurta, lukta, kenna og smakka náttúruna.

    Á veg heim gingu vit fram við Prædikastólinum og so niðan í Argjaskot, sum argjafólk fjaldu seg í, tá ið sjórænarar herjaðu.

    Á vegnum tóku vit myndir at sóljum, summardáum og øðrum sum vit sóu á gonguleiðini. Vit komu eisini fram á eitt æðureiður við tveimum eggum í.

    Ein góður útiskúladagur í sól, vindi og nøkur stutt æl komu rekandi, men tey vóru skjót fram við
  • 2023 0510 Havnardalur Stjørnur
  • 2023 0503 Havnardalur Mánar
  • 2023 0419 Yviri við Strond -Grøni dammur Sólir
  • 2023 0412 Undir Kerjum Stjørnur
  • 2023 0322 Miðbýur, Viðarlundin (Mánar)
  • 2023 0315 Villingardalsá stórkavi (Sólir)
  • 2023 0308 Villingarsdalsá kavi (Stjørnur)
  • 2023 0301 Villingardalsá (Mánar)
  • 2023 0222 Miðbýur, Skansin og Skansatangi (Sólir)
    Fóru við 1'aranum oman í Steinatún. Har ynsktu næmingarnir, at vit fóru í Grasagarð og so gjørdu vit tað eina løtu. Veðrið var sera gott í miðbýnum, stilli og sól. Vit fóru so til gongu oman eftir og dvøldu við ymist áhugavert, m.a. arbeiðinum at gera "Omaná", standmyndum og øðrum. Síðani gekk leiðin út á Havnar Skansa. Har tosaðu vit um søguna hjá skansanum, sum byrjaði fyri 4-500 árum síðani, m.a við at Magnus Heinason tók stig til at byggja skansan, fyri at verja býin móti sjórænarum. Hermannavirkið á skansanum steðgaði fyri 120 árum síðani.

    Síðani fóru vit oman í fjøruna við Skansatanga at kynda bál, eta matpakka o.a. Genturnar vóru sera upptiknar av at telgja meðan dreingirnir fingu tað mesta av tíðini at ganga við at hyggja eftir aldusuðinum og lívinum í fjøruni. Á veg yvir móti Strond vitjaðu vit eisini kanón, sum er leivd frá seinna heimsbardaga.

    Í fjøruni funnu vit ein fisk, men dugdu ikki at meta um slagið, kanska ulka ella kongafiskur??

    So kom tíðin til, at vit skuldu venda nøsini heim aftur og vit valdu at ganga eftir gøtum gjøgnum eysturbýin niðan móti SMS, har steðgistað fyri 1'aran er.

    Tá ið vit komu á Traðarvegin kom onkur í tankar um, at her er barnaheimið hjá Riley alias Rana Petersen. Vit funnu húsið og tóku eina mynd framman fyri húsunum og post kassanum.

    Uppi á Hálsi kom restin av flokkinum upp í bussin og vit fylgdust niðan á Løgmannabreyt.
  • 2023 0215 Norðasta Horn, Fjallið (Stjørnur)
    Fóru við 1'aranum oman í Steinatún. Vit skuldu bíða í 20 min til næsta buss og tí fóru vit í Grasagarð at fáa tíðina at ganga við at royna spæliplássið og tað dámdi næmingunum væl.

    Men tað var ein løgin kensla, sum kom upp, tá ið komið varð inn í Grasagarð, tí har var ikki eitt einasta grasstrá at finna, bara kunstgras, asfalt og plastikk. Tíbetur, so skuldu vit út í hagan um eina løtu.

    Vit fóru við 2'aranum út á Norðasta og fóru til gongu niðan móti rossafjósunum. Har sóu vit bæði dunnur, gæs og hønur. Og eisini nakrar seyðir, sum komu heilt tætt til okkum. Gingu fram við skótadeplinum "Tórgarð" og so út í hagan. Leiðin gekk niðan á Lítla Fjall.

    Veðrið var sera gott, vindstilli og tí ikki nógv lív í teimum 25 vindmyllunum uppi á Flatnahaga, Húsahaga og Gellingarkletti. So tað var eingin trupulleiki hjá okkum at steðga á í haganum, kynda bál og eta matpakkan. Vit funnu eitt gott stað millum nakrar klettar.

    Og sjálvandi høvdu vit "lurtiløtuna" har vit í tveir minuttir blunda og lurta eftir ljóðunum rundan um. Næmingarnir søgdu seg hoyra ljóð frá býnum, krákur, ljóð frá klæðunum og annað.

    Síðani gingu vit oman á gøtuna, fram við gamla vatnbrunninum við Gráa stein, sum nú er savnshøli hjá Føroya Ellisakførum - og til bussin oman í Steinatún. Har bíðaðu vit so eftir 1'aranum og fingu høvi, at sleppa av við plastikkið, sum vit høvdu heinta í haganum.

    Túrurin niðan á Løgmannabreyt gjørdist merktur av, at gass frá útstoytinum hjá bussinum lak inn, so luftin gjørdist sera vánalig og vamlislig. Bussførarin royndi at opna vindeygu og annað, men lítið hjálpti.

    Samanumtikið ein góður útiskúli
  • 2023 0201 Einingarnir, Driftsnes og Hiplingssetri
    2023 0201 Einingarnir, Driftsnes og Hiplingssetri
    Nú var aftur mikudagur og, sum vanligt var veðrið gott, sólin skein oman og niðan. Vit fóru vit 1'aranum oman til Vegin langa. Gingu oman móti rundkoyringini við Hvítanes, yvir um vegin og út í hagan eystanfyri vegin. Stuttligt at uppliva, at so skjótt hesin stutti teinurin varð gingin og vegurin fór aftur um sýn, hvarv allur larmur frá bilum og vit vóru í friðsæla haganum. Vit gingu fram við Driftsnes móti Hiplingssetrinum og Kýrbergi - fram við Einingunum og Driftsnesi og so oman í Kýrdal. Sólin skein oman og niðan og vermdi ikki sørt. Leiðin gekk út í móti Byrgistanga. Meðan vit gingu tóku vit plastpetti og annað órudd, sum vit sóu. Vit fóru oman í fjøruna í Hoyvík og sóu Heljareyga, sum lá og andaði út og inn. Í sólskininum og lýðkuni ótu vit matpakkan og kyndu bál í fjøruni í Hoyvíkini. Meðan nakrir næmingar sótu og telgdu rundan um bálið fóru aðrir næmingarnir hyggja seg um og gera smærri granskingar. M.a. at finna ymist í fjøruni, so sum øður, gággur og annað. Áðrenn vit fóru viðari skuldu vit hava eina lurtiløtu. Tað er at øll skulu blunda og tiga í 1-2 minuttir og bara lurta eftir tí, sum er at hoyra. Síðani skuldu næmingarnir siga, hvat teir hoyrdu. Nevnt varð m.a. hetta: sjógvur, aldur, dunnur, æður, bátur, starar, fuglar langt burturi. At enda fóru vit til gongu aftur og á einum bera í Hoydølum kvóðu vit Flóvin Bænadiktsson. Gingu so niðan í Kirkjustræti, har 1'arin kom og vit fóru upp í. Í dag var tað mánarnir sum vóru við.
  • 2023 0125 Einingarnir, Driftsnes
    2023 0125 Einingarnir, Driftsnes
    Tað hevði regnað út í eitt í fleiri dagar, men veðurfrásøgnirnar søgdu, at tað fór at slíta í mikudagin. Men kl. 7 á morgni regnaði enn og í vertirnir í morgunsendingini hjá útvarpinum tosaðu um, hvussu troyttar tær vóru av regninum. Men um níggjutíðina sleit í, og tá ið vit fóru avstað um tíggjutíðina, skein sólin. Vit fóru vit 1'aranum oman til Vegin langa. Gingu oman móti rundkoyringini við Hvítanes, yvir um vegin og út í hagan eystanfyri vegin. Tá ið vit komu upp um hamarin, hvarv allur larmur frá bilum og vit vóru í friðsæla haganum. Vit gingu móti Kýrbergi fram við Einingunum og Driftsnesi og so oman í Kýrdal. Sólin skein oman og niðan og vermdi ikki sørt. Leiðin gekk út í móti Byrgistanga. Meðan vit gingu tóku vit plastpetti og annað órudd, sum vit sóu. Og úti á Hoyvíksnesi funnu vit eina veðurballón við sendara og øllum. Í sólskininum og lýðkuni ótu vit matpakkan og kyndu bál í fjøruni í Hoyvíkini. Meðan nakrir næmingar sótu og telgdu rundan um bálið fóru aðrir næmingarnir hyggja seg um og gera smærri granskingar. M.a. at finna ymist í fjøruni, so sum fliður og annað. At enda fóru vit til gongu aftur og á einum bera í Hoydølum kvóðu vit Flóvin Bænadiktsson. So var stutt niðan til bussin, sum førdi okkum niðan til Hoyvíkar skúla, haðani vit gingu niðan til skúlan í gjøgnum Dalin langa. Í dag var tað sólirnar sum vóru túr.
  • 2023 0118 Langidalur, Hoyvík og Hoydalar
    2023 0118 Útiskúli í Kýrdali og Hoyvík
    Kavi var og høgur í ættini, so tað ráddi um at finna eina góða leið við lívd. Vit fóru vit 1'aranum oman til Vegin langa. Gingu so í kavarokinum oman gjøgnum langadal, oman í Kúrdal, hugdu yvir á Hiplingssetrið, gingu niðan á Kýrberg. Nú sleit í og vit høvdu gott útsyni út á Hoyvíkshólm og Hólmasund.

    Her varð søgan um hoyvíksdreingin Mortan, sum livdi umleið 1650 fortald:
    "Ein hoyvíksdrongur, sum æt Mortan, vildi so fegin sleppa til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Men hann átti ikki fyri ferðina. Sum hann ein dagin stendur á seiðabergi við Hólmasund, kemur Selatraðbóndin rógvandi við sínum monnum á heimferð úr Havn. Bóndin spyr Mortan, um hann kann keypa fisk frá honum. Mortan kastar honum ein fisk inn í bátin. Bóndan kastar tá Mortani pengapungin hjá sær og sigur, her hevur tú fyri ferðina til Danmarkar. Stutt eftir hetta fór Mortan til Kjøpinhavn at læra. Tá ið hann var útlærdur, kom hann aftur til Føroya, gjørdist kommandantur á Skansanum og bygdi Mortansstovu, sum í síni tíð var størsta hús í Havn".

    Síðani gingu vit út í móti Byrgistanga og framvið Heljareyga. Ótu matpakkan og kyndu bál í fjøruni í Hoyvíkini, og kvóðu Flóvin Bænadiktsson. Gingu síðan yvir í Hoydalar. Tóku bussin niðan í Løgmannabreyt og gingu niðan í skúlan. Í dag vóru tað stjørnurnar sum vóru við.
  • 2023 0111 frá Ternuryggi oman í Svartafossfram við Hoydalsá
    3.fl í Útiskúla 11. januar 2023 - frá Ternuryggi oman í Svartafossfram við Hoydalsá
    Mikudagin 11. januar var 3. flokkur í útiskúla. Vit gingu úr skúlanum yvir til brúnna, sum fer yvir um Hoydalsá yvir móti Ternuryggi. Hoydalsá, sum er markið millum Havnina og Hoyvík, byrjar í Villingardali og Villingardalsfossi og heldur so sína leið oman móti sjóvarmálanum. Tó er tað ikki alt vatnið úr Villiingardali, sum kemur í ánna, tí har er vatnbyrging, har drekkivatni til eysturbýin og Hoyvík verður savnað.

    Eftir at mynd var tikin á brúnni, var farið til gongu fram omaneftir. Har møttu vit fleiri avbjóðingum, m.a. ráddi tað um at halda sær fast fyri ikki at glíða, at krúpa millum greinar og halda fast í hegni fyri ikki at detta í ánna. Tey, sum høvdu stivlar høvdu tað eitt sindur lættari og fingu eisini møguleikan at fylgja ánni í smoguni undir Vegnum Langa. Niðri við Svartafoss steðgaðu vit og næmingarnir komu við træsprekunum, sum teir høvdu fingið við skúlan og løgdu tað í lítla bálið, sum bæði vermdi og skapti hugna. Onkur hevði fingið upp í stivlarnar og tað hjálpti hitin frá bálinum eisini til at verma.

    Eftir hetta gingu vit yvir á Tórsbreyt, har vit tóku bussin niðan aftur í skúlan. Í dag vóru tað mánarnir sum vóru túr.
  • 3. fl. útiskúli 4. januar 2023 Av Norðasta horni yvir Lítla fjall yvir í Kerjar
    3. fl. útiskúla 4. januar 2023 (Sólir)
    Vit fóru vit 1'aranum oman í miðbýin og so í 2'aran, sum koyrir út í Norðasta Horn. Vit steðgaðu við skótadeplinum, sum hevur fingið heitið Tórðgarð. Síðani hildu vit til fjals. Har var gott at ganga. Av Lítla fjalli varð gingið oman í viðarlundina undir Kerjum. Har var lívd og góðar umstøður at eta matpakkan rundan um lítla bálið. Serliga væl dámdu næmingarnir at sveiggja í bandinum, sum hekk har til tað sama. Í dag vóru tað sólirnar sum vóru við.
  • 2022 1207 Útiskúli, Kirkjugarður, Sandágerð
    Fóru við 1'aranum út á Velbastaðvegin. Gingu í gjøgnum kirkjugarðin oman í Sandágerð. Hóast kalt og kavi, so var hugaligt niðri á sandinum. Í dag vóru tað stjørnurnar sum vóru við.
  • 2022 1130 Útiskúli Argjahamar, Gulin og Argjaskot
    Vit fóru í bussin út á Argjahamar. Fóru til gongu suðureftir móti Sálarbótará og gingu oman á Rókina, har toftirnar av einum seyðahúsi eru. Við útsýni út á Gulan og aliringarnar ótu vit matpakkan og hitaðu okkum við bálið. Á leiðini gingu vit fram við Argjaskoti, hetta lítla gili, ið var nýtt at goyma seg fyri sjórænarum í fyrr í tíðini. Í dag vóru tað mánarnir sum vóru við.
  • 2022 1116 Útiskúli frá brúnni oman í Sandá
    Fóru við 1'aranum út á Velbastaðvegin. Við okkum høvdu vit eitt filmslið, sum skuldi filma ein útiskúla. Gingu fram við stóru brúnni fram við ánni oman í Sandágerð. Sera nógv flóð var, so til bar ikki at tendra bál fram við bakkanum undir sjúkrahúsinum. Vit spældu á sandinum meðan filmsliðið filmaði. Fleiri fingu karm, men tað bilti ikki. Vit koyrdu heim aftur við 1'aranum, sum steðgar við sjúkrahúsið. Í dag vóru tað sólirnar sum vóru túr.
  • 2022 1102 Útiskúli á Sandvíkum
    3.fl Útiskúli 2. nov 2022 á Sandvíkum
    Hesa ferð høvdu stjørnurnar útiskúla og leiðin gekk leiðin aftur niðan eftir Løgmannabreyt niðan í Klingruna og so út í Hoyvíkshagan. Har var gott at ganga. Vit sóu eina haru, hon spelaði avstað, sum um hon visti, at tað var 2. november, sum er fyrsti haruskjótidagur. Skjótt gekk at ganga og áðrenn vit vistu av vóru vit komin oman til nýggju rundkoyringina á Hvítanesi. Vit gingu yvir um vegin og løgdu leiðina oman í Sandvíkar, har nú skjótibreyt er. Vit fóru har, tí at har var góð lívd fyri ættini, umframt at sólin sá á sjálvt nesið á Sandvíkum. Hóast veðrið var fínasta slag, komu eisini nøkur æl. Men tað bilti einki, tað sett lit á, eisini bókstaviliga, tí beint uttan fyri okkum stóð fagur ælabogi.

    Sigast má at vitjanin á Sandvíkum var sera hugstoytt. Hetta fyrr so náttúruvakra øki er fullkomiliga oyðilagt. Grót er lagt omanyvir fjøruna, staðið er ikki til at kenna aftur. Eisini vóru skør frá leirdúgvum at síggja allastaðni. Og tað er ikki bara skjótibreytin, sum órógvar, tí lendið omanfyri verður so nógv taðað at bæði áir og hyljar eru grálitað og lukta sera illa.

    Samanumtikið høvdu vit ikki so góðan hug til at vera har leingi og skjott vóru vit á veg heim aftur. Á veg til bussin gingu vit gjøgnum Hvítanes bygd. Seinasta teinin fingu næmingarnir spurningar at spyrja hvønn annan um fuglar og um seyð. Og tað tímdu teir væl. Vit tóku 2'aran niðan til Løgmannabreyt og við Hoyvíkskirkjuna fangaðu vit 1'aran niðan í skúlan.
  • Evnisvika um list í býarrúminum 2022
  • 2022 1019 Útiskúli Klingran, Hoyvíkshagin, Hvítanes
    3.fl Útiskúli 19. oktober 2022
    Vit gingu frá skúlanum niðan eftir Løgmannabreyt - niðan í Klingruna. Hagani út í Hoyvíkshagan. Har var eitt sindur vátt at ganga, men í góðum vatntøttum skóm er tað eingin trupulleiki. Meðan vit gingu sóu vit fleiri harur og tað var spennandi, tí fleiri næmingar høvdu ikki sæð harur í haganum fyrr. Tá ið vit høvdu gingið í einar 10 min komu vit oman til nýggju rundkoyringina á Hvítanesi. Hagani gingu vit runt um tunnilsopið til Eysturoyartunnilin, niður í Rossagil, fram við Akkersvík og Flávíkini og út á sandin á Hvítanesi. Har ótu vit matpakka og tendraðu bál. Í fjøruni var mangt spennandi at finna, m.a. bein, skeljar, kombikk. Og ein lítlan hyl, sum genturnar doyptu "Gentuvatn". Áðrenn vit vistu av, var tíðin gingin og vit fóru til gongu aftur móti skúlanum. Vit tóku bussin til Løgmannabreyt og gingu so niðan í skúlan. Ein góður túr var at enda komin.
  • 3. fl. Útiskúli 21. sept. 2022 fram við Rættará
    3. fl. Útiskúli 21. sept. 2022 fram við Rættará
    Efirsum, at tað var nakað av vindi, valdu vit at fara onkrastaðni, har meira lívd var. Vit fóru við bussi oman í miðbýin og so víðari út á Fløtir. Har gingu vit framvið Skúlanum á Fløtum og Glasir og so niðan móti ringvegnum við Marknagil, sum er niðanfyri øki, har Rættará hevur sína byrjan.

    Vit tosaðu um, at tað eru tríggjar stórar áir í høvuðsstaðnum: Sandá, Rættará, Havnará og Hoydalsá. Áir hava altið havt stóran týdning fólk, tær geva reint vatn at drekka og vatn at vaska við.

    Vit byrjaðu so at fylgja ánni og komu til gomlu vatnbyrgingina, sum er skamt niðanfyri Glasir. Her fekk vesturbýurin vatn frá fyrr - til drekkivatnsbyrgingin í Havnardali var gjørd í sekstiárunum.

    Siðani fylgdu vit ánni longri omaneftir. Tó vóru vit noydd at gera ein umveg, tí at hestar stóðu har, vit ætlaðu at ganga. Tað var nokkso avbjóðandi at koma yvir um ánna, tí nokk so nógv vatn var í henni. Og ikki minni avbjóðandi var tað at ganga fram við runnunum, har var ikki nógv pláss. Men næmingarnir vóru bæði fimir og skilagóður, so alt gekk væl.

    At enda komu vit oman móti Vesturkirkjuni, har Sigmund Brestisson tók í móti okkum við opnum ørmum. Vit tosaðu eitt sindur um at hann kristnaði Føroyar og hvussu tað fór fram. Eisini tosaðu vit um vatnmylluna í Mattalág.

    Nú gekk leiðin inn í viðarlundina við Kinabrekkuna. Onkur sigur "Tromskógin", tí tað var her at morðið í filminum fór fram. Vit tosaðu um standmyndina har, sum er sett upp sum tøkk fyri, at Føroyar hjálptu íslendingum á Vesturlandinum í 1995, tá omanlop var.

    Inni í viðarlundini er gott stað at tendra bál. Og meðan tað logaði so hugnaliga, ótu vit matpakkarnar.

    Síðani fóru næmingarnir sjálvir kanningarferð í millum trøini og funnu upp á ymisk spøl.

    Vit fingu eitt prát um trøini og hvussu tey fáa vatn úr jørðini, fáa orku úr sólini og taka CO2 úr luftini - og gera O2, sum vit kunnu anda. Vit tosaðu eisini um, at vit mugu ansa eftir ikki at skaða trøini, tí tað er nevniliga í uttasta lagnum, undir børkini, at fóðuræðrarnir eru hjá trøunum.

    Síðani fingu vóru Cooperative Learning spurningar um dagar, tøl og annað býttir út, har næmingarnir lósu spurningar fyri hvørjum øðrum og eisini svaraðu.

    At enda var tíðin komin at venda nøsina heim aftur og vit fóru í 1'aran, sum steðgaði skamt við. Á vegnum niðan kom resti av flokkinum eisini upp í bussin, tey høvdu verið í svimjihylinum.

    Ein góður útiskúladagur var komin at enda.
  • 3. fl. Útiskúli 14. sept. 2022 oman á Hvítasand
    3. fl. Útiskúli 14. sept. 2022 oman á Hvítasand.
    Í dag var fyrsti útiskúlin hjá 3. flokki í hesum skúlaárinum. Vit gingu úr skúlanum oman í Hoydalar. Á vegnum tosaðu vit um sanatoriið, sum var bygt at hýsa fólki, ið høvdu tuberklar. Tuberklar var ein ólekilig sjúka heilt upp í 1950-árini. Vit tosaðu um minkafarmin, sum var har, ið Gróðurstøðin er nú. Í viðarlundini sóu vit fólk frá Gróðurstøðini arbeiða við at tynna út millum trøini. Nýskorni viðarbulurin luktaði sera væl. Vit taldu árringarnar í trænum, og fingu tað til, at tað var um 60 ár.

    Vit gingu víðari í góða veðrinum og komu út á Hvítasand, har vit tendraðu bál. Nógv áhugavert var at finna í fjøruni, og har var stuttligt at spæla.

    At enda fóru vit til gongu eftir klettunum, til vit komu til tjaldingarplássið og gingu síðani niðan móti Fútalág til bussin. Á vegnum vitjaðu vit Vakstrarhúsið í Hvamminum, sum er við Tórsbyrgi og Boðanesheimið.
  • Handaverk og list í 3. flokki
  • 2. flokkur til Skúlafótbólt 2022
  • Øðrvísi skúladagur 10. juni
  • Á rennibreytini
  • Túrur á Listasavninum og Viðarlundini
  • Útferð til Nólsoyar 8. juni 2022
  • Føstulávint 2022
  • Framsýning hjá 2. flokki
    Frá evnisvikuni 2021
  • Evnisvikan og handaverk og list 2021
    Ein túrur hja Siggert bónda uppi á Vatnaskørðum, og ein túrur í Hoyvíkar kirkju, har Bergtórur Hjelm Bjarkhamar greiddi frá.
  • Útferð í Hoyvík 08.06.21
  • Hugnakvøld í 1. flokki 24. februar 2021
  • Føstulávint 2021
  • Ein skúladagur í 1. flokki
  • Handaverk/list
  • Í Norðurlandahúsinum 2020
  • Evnisvikan o. a. myndir.
  • Norðurlendsk bókmentavika
  • Sangløta
  • Kavamyndir
  • Heimstađarlæra
    Í heimstađarlæru ganga vit túr og hyggja hvar øll búgva.
  • Vit læra fyrsta bókstav
© 2014 Skúlin við Løgmannabreyt
Rita inn