Sofaskolen

Mánadagur

Í morgun var sofuskúlin sera upplýsandi og áhugaverdur. Hesa vikuna er samfelagsligt tema, og yvirskriftin er News.

Eg havi skrivað til forlagið Alinea, og tey vóru so beinasom at geva okkum fyribils-uni-login, sum vit kunnu brúka.

 

Fyri ikki at leggja tey út alment, so verða tey løgd í fb-bólkin. Eg giti, at yngri stystkin, sum vilja vera við í sofuskúlanum (hann byrjar ein tíma fyrrri fyri tey) kunnu brúka tykkara login eisini. 

Eftir sum, at støddfrøðin sá serliga stuttlig út í síðstu viku og er heilt nakað annað enn tað, sum vit eru von við, meira sum gátur og putl, so kann viðmælast at fara inn á undanfarnar sendingar í støddfrøði, um tit keða tykkum onkra løtu