Føroyskt

Spurningar til kap. 9, Sundur og saman.

Bólkar til at skipa kvæði:

1.  -  3.  ørindi: Julia J., Páll Fríði og Jógvan Jákup

4.  -  6.  ørindi: Baldur, Oddvá og David

7.  -  9.  ørindi: Guðrun, Bartal og William

10. - 11.ørindi: Pætur, Julia D. og Róar

12. - 13.ørindi: Knud, Kára og Maria L.

14. - 15.ørindi: Marna, Jón og Tóri

16. - 17.ørindi: Jákup, Jógvan Andreas og Maria H.

18. - 19.ørindi: Páll, Astrid og Kaj

20. - 21.ørindi: Saloma, Sóley og Natan

22. - 23.ørindi: Rógvi, Eva og Ingi

24. - 25.ørindi: Petur, Karin og Bartal Páll

26. - 27.ørindi: Halla, Ró og Leon

28. - 29.ørindi: Ragnhild, Tummas og Brandur

30. - 31.ørindi: Búi, Andrias og Jónas

32. - 33.ørindi: Jóhan, Andrass og Alma Bjørk

Ein vísindasøga

Vit hava í seinastuni arbeitt við vísindasøgu (science fiction), og skulu næmingarnir lata sína egnu vísindasøgu inn mikudagin. Tey hava havt tveir dupulttímar at skriva í her í skúlanum, men vegna sjúku og annað hava summi ikki havt eins nógva tíð. Til ber at lesa um vísindasøgu á s. 32-47 í Kom og skriva 3.

Søgan skal vera skrivað við Times New Roman, skriftstødd 12 og við 1,5 gloppi ímillum reglurnar. Søgan skal vera umleið eina telduskrivaða síðu.

Umráðandi er, at ein vaksin hjálpir at rætta osfr., áðrenn tit lata inn. 

Tey kalla meg bara Hugo: Ljóðbók

Kvæði at læra uttanat :)

Vit greina bókina!

Rani - ein nýggj byrjan

1. Skaldsøga

2. Samandráttur

Rani er 11 ára gamal, og er júst fluttur til Tórsvíkar saman við mammu síni og systur síni Anju, av tí at mamman og pápin eru farin frá hvør øðrum. Rani fær beinan vegin vinir, og tað gongur væl. Tá ið Rani byrjar at hjálpa Magnusi, ið verður happaður av Niklasi og Óla, venda teir sær ímóti Rana, og byrja at eisini happa hann. Næmingarnir í flokkinum tora ikki at hjálpa Rana. Eftir eina tíð kemur Mia, ið arbeiðir við happing, at hjálpa við at basa happingina í flokkinum. Hini í flokkinum standa nú saman at tryggja, at bæði Rani og Magnus kunnu trívast og hava tað gott í flokkinum.

3. 

 

Fyrisøgn 4. mai 2018

Floksvinir

Roynið at finna eina góða bók, ið tit kunnu lesa upp fyri tykkara floksvini hósmorgunin og venjið hana heima. Har tveir næmingar úr 5. fl. eru um ein næming í 1. flokki, er bert neyðugt við einari bók. Tit velja sjálvi, um báðir/báðar lesa upp á skift, ella ein av tykkum lesur alt.

Bøkurnar skulu taka umleið 20 min. at lesa. Venjið væl heima, bæði til mikudagin og hósdagin.

Hvørjar bøkur: Ein barnabók við myndum (t.d. Ali Baba og teir 40 ránsmenninir), ein jólasøga, ein partur úr Herviliga Henry, o.a.

 

8/9 - 2017

Vikarurin

Hjálp til samandrátt av 'Vikarurin':

Á talvuni eftir felags prátið stóð:

Bergur, 5.fl., hevur havt krabbamein, eigur ein hund, Ronaldo.

Pætur, vinmaður hjá Bergi, stuðlar og verjir hann.

Barbara, fødd sama dag sum Bergur, altíð verið vinir.

Rósa í sjúkrafarloyvi, vikarur inn, Jesper, hevur arbeitt í NATO, t.d. við spreingievnum.

Bergur heldur: Jesper, løgna atferð, loyndarfullur, Boðanes.

Barbara trýr ikki Bergi, men upplivir tað so sjálv.

Endin á samandráttinum: Tað vísir seg tó, at Jesper als ikki...

 

 

Puman

Spurningarnir, ið tit hava gjørt sjálvi :)

Tit svara teimum spurningunum, ið tit ikki sjálvi vóru við til at gera. :) Tað vil siga, at helvtin svarar spurningunum til kap. 8 og helvtin svarar spurningunum til kap. 9.

 

Spurningar til kap. 8

1.   Hvør kemur heim til Sannu, meðan tey tosa?

2.   Hví vil Sanna ikki hava, at pápin sær sundurskrøddu klæðini?

3.   Hví verður pápin bangin tá hann kemur heim?

4.   Hvussu sær Sanna út, tá pápin kemur heim?

5.   Hvat lúgva vinirnir um, tá pápin spyr?

6.   Hví gera tær suppu til pápan?

7.   Hví svevur Natasha hjá Sanna?

8.   Hvør kemur til Sannu um náttina?

9.   Hvat rósar mamma Sannu, Sannu fyri?

 

Spurningar til kap. 9.

1. Hvørjum vaknar Sanna av?

2. Hvør ger morgunmatin hendan morgunin?

3. Hví vil Natasha hava, at Sanna skal vera heima?

4. Hví spælir Sanna frísk?

5. Hvat gera Natasha og Sanna, áðrenn tær fara í skúla?

6. Hví taka Natasha og Sanna presendingina av urtunum?

7. Hví duga Natasha og Bastian týskt og franskt?

8. Hvørjum landi er mamma Natashu úr?

9. Hví munnu Leffi, Seth og Makrelurin siga, at teir ikki hava sæð Pumuna?

10. Hvat ætla Natasha og tey at gera viðvíkjandi Pumuni?

11. Hví fara Leffi, Seth og Makrelurin ikki til støddfrøði?

12. Hvussu eitur mamma Sannu?

Rætta fyrisøgn!

Hesa fyrstu ferð rætta tit fyrisøgnina saman við barni tykkara. :) Endamálið er, at tit síggja, hvar barn tykkara er, og á tann hátt fáa hjálpt barni tykkara betur við fyrireikingini framyvir. 

Samandráttur til 5. sept.

Tá eg og Purla vóru í sirkusi

Í skúlanum mánadagin lósu vit fyrru helvt av søguni 'Tá eg og Purla vóru í sirkusi', og gjørdu síðani ein samandrátt av hesum á talvuni.

Hósdagin lósu vit seinnu helvt og gjørdu aftur samandrátt av hesum.

Næmingarnir skulu nú sjálvir gera ein samandrátt av allari søguni. Umráðandi er, at tit hjálpa teimum við hesum, um tørvur er á tí. Summi hava enn trupulleikar við at skriva samandrátt í 7. flokki, av tí at tey ikki fingu hetta uppá pláss fyrr í skúlagongdini.

Søgan er at finna í bókini Dýr og dorg á s. 22 - 26. Bókina og skrivihefti fingu tey við heim í dag.

 

Fyrireika fyrisøgn:

Næmingurin lesur fyrisøgnina ígjøgnum tvær ferðir, síðani verður næmingurin hoyrdu í teimum orðunum, ið tit vænta eru trupul at stava hjá honum. 

Tað er sera umráðandi, at allir næmingarnir eru fyrireikaðir. :)