Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Myndir

Várkonsert og hugni 2018

Innsavning til Kenja, feb. 2018 :)

Startup Camp við Íverksetarahúsinum í Spaniustovu í Klaksvík 20.10.20

Spæliliðið fær prógv

Vinaflokkadagur

Eftir spæl í høllini fóru vit túr í trimum bólkum. Hesin bólkurin var á Glasheyggi og á Skansanum.

Sól og Summar á Løgmannabreyt mai 2019

Skúlafótbóltur mai 2019

Grease

Vit høvdu ein deiligan túr til Fuglafjarðar í dag. :D Leikurin var framúr góður, stuttligur og undirhaldandi. :D

Tá vit svóvu í skúlanum í nov. 2018

Skúlafótbóltur okt. 2018

Nólsoy - mest av bólki 3 :)

Vit byrjaðu við at ganga upp í Skip, har bygdafólkið plagdi at goyma seg fyri sjórænarunum. Eitt sera gott goymistað, ið vit ikki megnaðu at finna. :D So vit mugu fara aftur ;)
Á veg til Jens Kjeld heilsaðu vit uppá lamuna. Hjá Jens Kjeld lærdu vit nógv um hvussu dálking ávirkar fuglin í Føroyum.
Vit ótu síðani matpakka í skúlanum og hugnaðu okkum har eina løtu.
Tíðin var so komin til tað mest spennandi - at keypa :D So var spæl og fótbóltur.
Ein sera góður og væleydnaður túrur við sera fittum børnum. :D

Tá vit svóvu í skúlanum :D

Nordlinjen 2018

Bólkarnir práta við donsku næmingarnar á Google Hangouts.

Listaleypurin 2018

Í dag hava vit haft vitjan av Maju og Trine. Sera skeg at royna hip-hop☺

Fastalávint 2018

Felagsmynd av grýlunum í 5. flokki☺

Jólahugni 2017

Lesiløta

Vit lósu saman við okkara floksvini í 1. fl. hósmorgun 30/11.

Grind aug. 2017

http://www.svl.fo/?p=359

Vinaflokkarnir 1. og 5. flokkur

Spæl í høllini. :D Fleiri myndir eru at finna undir 1.flokkur, myndir. :)

Mállærutalva

Arbeiða hugagóð við at finna, klippa og líma navnorð, sagnorð og lýsingarorð á sína talvu.

Standmyndaútferð

Mánadagin 19. juni vóru vit útferð í tveimum bólkum. Gul/grøn byrjaðu í Eysturbýnum og reyð/blá byrjaðu við Norðurlandahúsið. Vit hittust øll aftur í Grasagarði og fingu ís áðrenn leiðin gekk niðan aftur til Hoyvíkar.

Kvøða við vinarflokkinum

Ein hugnalig løta í Miðhøll. Vit kvøða saman við vinarflokkinum og limir úr dansifelagnum í Havn leggja okkum lag á.

Vitjan umborð á Norrøni

Mánadagin 12. desembur vitjaði vit Norrøni. Vit høvdu ein hugnaligan dag - fingu rundvísing, pitsu og sodavatn og sluppu at spæla á spæliplássinum, sjálvt um aldursmarkið er 8 ár;-)

Standmyndatúr

Myndir frá 27. okt. tá ið reyði og blái bólkur vóru standmyndatúr í eysturbýnum.

Havnar kirkja og úti á Reyni

Mikudagin 26. okt. gingu vit oman í gomlu Havnina. Vit ótu matpakka í Mettustovu, og vitjaðu í Havnar Kirkju har Marius Rein greiddi frá. Dagurin endaði í regninum úti á Reyni.

Túr fram við Havnará

Ása í Jákupsstovu skeyt evnisvikuna í gongd við einum stuttum, men framúr góðum sjónleiki, har hon spældi ein kvinna 'fyrr í tíðini'. Myrkt var í flokkinum, kertuljós varð tendrað, bundnaturriklæði vundið um høvdið, so var kika, og vatn varð heintað í Havnará, osfr. :D
Prátað varð síðani við støði í kortal.fo, um Havnini ár 1900, og broytingar fram til í dag. Eisini har hevði Ása góða frásøgn um, tá ið hon kavaði niður á botnin og svam í uttandura svimjihylinum í Gundadali. :)
Farið var síðani til gongu yvir til Vinnuháskúlan. Vit fylgdu síðani Havnará allan vegin oman í býin við Guðrun sum framúr góðari 'guide'. Hon hevði fingið foreldrini at gingið túrin saman við sær sunnudagin, og hevði fingið nógvar góðar søgur frá teimum.
Tá ið vit komu til badmintonhøllina, ið jú er bygd oman á uttandura svimjihylin, fingu vit loyvi at koma inn til húsavørðarnar í Tórshavnar kommunu, ið húsast 'í svimjihylinum', undir høllini. Tað var sera stuttligt at sleppa at ganga á botninum í fyrrverandi svimjihylinum. :)
Vit endaðu dagin við at fara inn á Portugálið at eta matpakkan.

Utiskúli septembur

Vit fóru við býarbussi nr. 3 av Løgmannabreyt, skiftu til buss nr. 1 í Steinatúni og fóru av bussinum í Marknagili, beint við Handilsskúlan. Rættará rennir oman undir Marknagilsvegnum, og tey sum vildu, sloppu at ganga í ánni, gjøgnum vegsmoguna (viadukt), hini fóru tvørturum vegin.

Vit steðgaðu eina løtu við vatnið, sum er fyri endan á Ravnsoyargøta, áðrenn leiðin gekk víðari á gøtuni framvið ánni - uppum hissini stik og girðingar og undir eina brúgv millum húsini í Vesturbýnum.

Matpakkan ótu vit í Viðarlundini á Frælsinum rundan um bálið ið vit høvdu kynt á bønum. Vit hugnaðu okkum og spældu, inntil leiðin gekk víðari yvir til Vesturkirkjuna og heilt oman í Vágsbotn, har Rættará rennur út í vánna.

Bussleið 3 koyrdi okkum niðan aftur í Hoyvíkina.

Takk fyri í dag og gott vikuskifti:-)

Juni 2016

Bókaormurin hjá 3. flokki:-)

Juni 2016

Vit gera blómuprýði til prógvhandanina hjá 9. flokki.

Juni 2016

Vit vitja nýggja fótbóltsvøllin í gerð, sum er okkara nærmasti granni:-)

Juni 2016

Túr á Sjósavnið.

Juni 2016

Rógva við teinæringinum Royður av Skálatrøð út til Sandágerð, spæla og eta matpakkar. Vit skifta manning, og rógva so aftur á Skálatrøð.

Vitjan í Hans Andriasar Húsi, mai 2016

Mai 2016

Sólir á umhvørvisveiðu.

Manarnir a Umhvørvisveiðu, mai 2016

Ævintýraheimurin - søga og sjónleikur, mai 2016

Endurnytslufløgg til Ævintyraheimin, mai 2016

Vit gera fløgg til Ævintyraheimin i Umhvørvisvikuni.

Apríl 2016

Barnafestivalur í NLH og konsert hjá FSO.

Februar 2016

Sólir og stjørnur gongutúr í gomlu Hoyvíkini.

Januar 2016

Mynd frá degnum á skoytibreytini.

Juni 2015

Summarútferð í Nólsoy.

Mai 2015

Súklutúr.

Evnisvika heystið 2014

Okkara Hoyvík 2. fl.