Vinaflokkar
Í ítróttartímanum í dag fer flokkurin endiliga at hitta sín vinaflokk og hugna sær í høllini saman við teimum :D Flokkurin hevur glett seg til hetta leingi, so tað verður spennandi.
Hugsanin við vinaflokkum er, at tað skapar tryggleika hjá teimum smáu at kenna nakrar stórar næmingar, umframt at tað er mennandi og læruríkt hjá teimum stóru at læra at taka ábyrgd.