Í morgun varð farið undir próvtøkurnar til seinastu munnligu lærugreinina, sum í ár er lívfrøði. Frammanundan hava verið próvtøkur í føroyskum, enskum og kristni.
Rannvá Fjallstein Dam var fyrsti næmingur, sum kom út úr próvtøkuhølinum í morgun, og sum siður hevur verið síðani 2012, tá ið fyrstu næmingarnir í tá nýggja skúlanum gingu til próvtøku, stóð skúlastjórin fyri henni og handaði Rannvá eitt blómutyssi. Eisini er siður, at næmingurin skal vinda Merkið í húnar hátt.
Fríggjadagin verða teir seinastu næmingarnir lidnir við próvtøkurnar, og ynskja vit øllum góða eydnu tað, sum er eftir av próvtøkutíðini.