• Herborg Haraldsen, sálarfrøðingur

Skúlasálarfrøðingur í Skúlanum við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 08.02.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

 

Skúlin við Løgmannabreyt er farin undir eina royndarverkætlan at bjóða næmingum møguleika at koma at tosa við skúlasálarfrøðing.

Í hesum sambandi er tíðaravmarkað avtala gjørd við Herborg Haraldsen, sálarfrøðing, nevniliga tíðarskeiðið 1. feb. og restina av skúlaárinum. 

Orsøkin til, at farið verður undir verkætlanina eru viðurskifti, sum í løtuni gera seg galdandi millum børn og ung, ið stríðast við sálarheilsu, trivnað, skúlaaftran o.s.fr.

Endamálið við tilboðnum er at gera eina meting um teir ágóðar, sum ein staðbundin sálarfrøðingur í skúlanum kann hava við sær. Tilboðið er ætlað at betra um sálarheilsuna og at stuðla upp undir trivnaðin hjá næmingunum.

Næmingar, sum ynskja at koma í samband við skúlasálarfrøðingin kunnu venda sær til lærarar, førleikastovuna, heilsufrøðingin ella beinleiðis til skúlasálarfrøðingin.

Skúlin sær tað sum ein framíhjárætt at fáa henda møguleika og bjóðar Herborg hjartaliga væl komin.

Herborg Haraldsen hevur drúgvar royndir sum sálarføðingur í barna- og ungdómspsykiatri, har hon hevur verið við til at útgreina og viðgera børn og ung úr øllum landinum.