Góður EM hýrur í SVL hóskvøldið

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 12.01.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Hóskvøldið høvdu fleiri leitað sær í Skúlan við Løgmannabreyt at hyggja eftir EM-hondbóltsdystunum á stórskíggja saman við øðrum.

Tiltakið riggaði væl, har var góður hýrur. Skúlin bjóðaði kaffi, te og sunkist saman við onkrum góðum søtum. Andlitsmáling var eisini.

Í morgin leygarkvødið 13. januar verður tiltakið aftur, byrjað verður kl. 18.45, tá ið Føroyar og Noreg bresta saman.

So tað er bara at koma niðan í skúlan at fegnast saman við øðrum