Brynhild greiddi frá um Regin smið

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 13.11.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fríggjamorgunin fingu vit vitjan av Brynhild Kamban.

Brynhild greiddi eldhugað og livandi frá um forsøguna til Regin smið: 

Regin, sum er dvørgur, hevur systkini Otur og Fávnir. Oturin verður dripin av Loka, og pápi hansara, Reiðmar, krevur endurgjald fyri sonin. Hann fær gull afturfyri. Men Regin og Fávnir vilja hava hendur á gullinum. Tað hevur við sær, at Fávnir drepur pápan og umskapar seg til ein orm (ella ein dreka) og fer við øllum gullinum niðan á Glitrarheiði at verja tað. Men Regin vil ikki geva seg, hann vil hava gullið.

Síðani verður søgan flættað saman við lagnuni hjá Sjúrði Sigmundarson. Faðir hansara, Sigmundur, sigur við móðurina Hjørdis, meðan hann liggur til at doyggja eftir stríð við Hundings synir, at sonur teirra Sjúrður, sum hon enn ber undir belti, skal hevna hansara deyða og eisini drepa ormin Fávnir (sum í kvæðinum verður nevndur Frænir), sum liggur á Glitrarheiði. So gevur Sigmundur Hjørdis sítt brotna svør og doyr.

Níggju mánaðir seinni verður Sjúrður føddur og Hjálprek kongur, sum hevur tikið Hjørdis til frúgv, fostrar hann. Sjúrður verður til gævuligan svein, sum vinnur á øllum. Tá ið hann gerst vaksin, gevur Hjørdis honum svørðslutirnar, sum pápin, Sigmundur, gav henni og eisini boðini, hann hevði.

Men fyrst má Sjúrður hava ein góðan hest og hann finnur Grana undir fossinum, hestin, sum ikki veik frá, tá ið hann kastaði stein í á.

Síðani fer hann til Regin smið at biðja hann smíða sær eitt svørð úr svørðslutunum, so sterkt, at tað kann vinna á jarni, stáli og steini. Regin játtar og smíðar fyrst eitt svørð. Men tá ið Sjúrður roynir tað, brotnar tað. Sjúrður lovar at drepa Regin, um hann ikki ger honum eitt nóg sterkt svørð. Regin játtar, men vil so skal Sjúrður afturfyri geva sær hjartað hjá orminum, tá ið hann hevur dripið hann. Tríati nætur seinni er svørðið liðugt, og tá ið Sjúrður roynir tað, klívur hann við tí bæði bæði stiðjan (amboltin) og stabban. Hann gevur svørðinum navnið Gram. 

Síðani ríður Sjúrður á Grana til Glitrarheiði og drepur ormin Fávnir. Men, áðrenn ormurin doyr, ræður hann Sjúrði til at drepa Regin smið, tí um hann ikki ger tað, fer Regin at drepa hann. Meðan Sjúrður steikir hjartað, fær hann omsins blóð í munnin og bráddliga skilur hann málið hjá fuglum og alskyns djórum. Tey siga honum, at hann sjálvur skal eta hjartað og ikki geva Regini tað. Hann so ger og meðan Regin liggur niðri og skal drekka blóðið, sum rennur frá orminum, drepur Sjúrður hann..og so endar tað við, sum kvøðið verður í niðurlagnum, at: 

"Grani bar gullið av heiði, brá hann sínum brandi av reiði, Sjúrður vá orminum, Grani bar gullið av heiði"

Brynhild Kamban er lærari og hevur seinni tikið master í føroyskum og hevur serliga granskað í Sjúrðarkvæðunum, sum Regin smiður er tað fyrsta av. At Brynhild hevur bæði vitan og innliving í kvæðini var týðiligt. Hon rúnarbant næmingarnar ein heilan skúlatíma á tamb. Brynhild arbeiðir nú á Setrinum. 

Tiltakið varð fyriskipað í sambandi við, at vit í vetur fara at kvøða Regin smið, ella part av kvæðinum.