Børn hjálpa børnum

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 10.11.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fríggjadagin 17. novembur kl. 15-17 verður tiltakið Børn hjálpa børnum í skúlanum. Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Næmingarnir fara at selja ymiskt og eisini verður møguleiki at keypa sær eina góða vafflu.

Allir pengarnir, sum koma inn, fara til felagsskapin Beran. 

Eisini verða skúlamyndirnar, sum vóru tiknar síðst í septembur, útflýggjaðar. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.