Matskiljing farin í gongd

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 31.08.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fleiri myndir eru at síggja HER 
Sí eisini brot úr: Degi og viku

Matskiljing og kompostskipan
Í skúlanum við Løgmannabreyt hava vit leingi arbeitt við umhvørvisspurningum, veðurlagsbroytingunum og burðardygd. Ein liður í hesum hevur verið at seta í verk matskiljing og kompostskipan, so at skúlin kann gera sín part at minka um CO2 útlátið. 

Við øðrum orðum, at fráskurðir, skal, flus og annað - og eisini matur, sum vit loyva, ikki endar í brenniovninum, saman við hinum ruskinum, men heldur verður komposteraður og nýttur at taða moldina kring skúlan

Fyri tveimum árum síðani varð byrjað at skilja kaffigrums á lærarastovuni og síðani at breiða tað út í lendið millum trø og greinar. Síðani varð arbeitt við at skilja matin. Fyrst varð roynt við bokashiháttinum. Men so varð avgjørt at keypa eina komposttrumlu at koyra matrestirnar í. Tá ið ein tíð var farin og vit høvdu fingið royndir við hesum, varð farið undir at fáa næmingarnar upp í.

Fyri at fáa skiljingina so lætta og ruddiliga, sum til ber, var arbeitt við at gera serligir skiljivognar, sum hóskaðu og vóru praktiskir. Síðani vóru royndir gjørdar í 1. og 7. flokki.

Beint fyri summarfrítíðina vóru skiljivognar liðugt gjørdir til allar skúlastovurnar og nú eftir summarfrítíðina varð sett í gongd.

Skiljilið
Eitt er at fylla skiljivognarnar, teir skulu eisini tømast. At gera hetta fingu vit fittu, røsku og dugnaligu næmingarnar í 5. flokki, sum eru skipaðir í eitt "skiljilið", sum skal savna inn íløtini við mateivdum og fáa tær í komposttrumluna. Tey, sum eru røklar í 5. flokki, manna skiljiliðið.

Andrew, Hans, Malan og Bjørg vóru fyrstu at fáa uppgávuna - og tað megnaðu tey sera væl. 

Fleiri myndir eru at síggja HER